Ein partur verður at lækka kostnaðin

Týsdagin tekur Jákup Sverri Kass við sum stjóri á Vága Floghavn, og tað sær hann sum eitt sera spennandi starv við stórum avbjóðingum. Ein verður at hjálpa til at lækka ferðaseðlakostnaðin, so fleiri fólk fara at ferðast um flogvøllin

Tað er ikki uttan ein stóran part av sorgblídni, at Jákup Sverri Kass gevst sum sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflog.
- Tað er mín seinasti arbeiðsdagur í dag, og ja, tað er við sorgblídni, at eg sigi Atlantsflog farvæl. Serliga tí eg sigi farvæl við eitt arbeiðspláss, har eg havi trivist ógvuliga væl. Eg havi havt eitt sera gott samstarv við starvsfólk, viðskiftafólk og leiðslu, og tá er tað sjálvandi ringt at fara til eitt annað arbeiðspláss, sigur Jákup Sverri Kass.
Hinvegin kennir hann rættiliga væl Vága Floghavn, og veit tí, hvat hann kemur til.
- Eg havi eina sera góða fatan av Vága Floghavn, og eri spentur upp á uppgávuna. Har eru avgjørt spennandi møguleikar við tað, at flogbreytin nú er longd, og ein nýggjur terminalur er á veg, sigur Jákup Sverri Kass.
Tað eru nevndu útbyggingar, sum skapa spennandi avbjóðingarnar.
- Eg eri sera spentur saman við starvsfólki og leiðslu at seta út í korti, hvørja leið Vága Floghavn skal ganga. Floghavnin er jú ein týðandi partur av okkara samferðslukervi við tað, at Vága Floghavn er einasta flogvegis samband við útheimin, sigur Jákup Sverri Kass.
Vága Floghavn er okkara motorvegur út í heim, kanska serliga til Danmarkar, har meginparturin av flogferðsluni gongur.

Nýggir møguleikar
Tað er kortini ikki bert útlitini hjá Vága Floghavn, sum eru spennandi. Nú gamla arbeiðsplássið hjá Jákup Sverra Kass, Atlantsflog, gongur eisini spennandi tíðum ímóti.
- Tilgongdin við Airbus flogfarinum hevur verið í gongd í fleiri ár, og varð byrjað langt áðrenn eg kom til Atlantsflog. Men seinasta hálvttriðja árið, tá eg havi verið við í tilgondini, hevur verið ótrúliga spennandi, tí nýggi Airbussurin gevur felagnum so nógv betri møguleikar, sigur Jákup Sverri Kass.
Serliga nýggju møguleikarnir við Airbussinum síggja spennandi út.
- Nýggju møguleikarnir hjá føroyingum at koma út í heim og hjá útlendingum at koma til Føroya við tað at flogfarið røkkur nógv longri og er munandi meira økonomiskt fer vónandi at føra til, at ferðaseðlarnir verða nakað bíligari í framtíðini, sigur Jákup Sverri Kass.
Tað er serliga leingjanin av flogbreytini, sum gevur føroyskari flogferðslu nakrar nýggjar møguleikar.

Breiðka inntøkurnar
Jákup Sverri Kass hevur havt sína dagligu gongd á flogvøllinum í fleiri ár, og kennir tí rímiliga væl til Vága Floghavn, men kortini fer hann at brúka nakrar dagar at seta seg betur inn í viðurskiftini.
- Fyrstu uppgávurnar verða, saman við nevnd og leiðslu at seta út í kortið, hvat vit skulu fokusera upp á. Hvussu vit skulu fáa ein sunnan rakstur í flogvøllin, og hvussu vit gagnnýta tann møguleika, sum longda flogbreytin hevur við sær, sigur Jákup Sverri Kass.
Avbjóðandi uppgávan verður at breiðka um inntøkugrundarlagið hjá Vága Floghavn.
- Men tað allarfyrsta verður saman við nevndini at finna út av, hvussu vit gera, og hvat vit fokusera upp á. Og so skal eg sjálvandi møta starvsfólkunum, og koma at kenna smálutirnar í hvørjum virkisøki sær á flogvøllinum, sigur Jákup Sverri Kass.
Ein háttur at breiðka um inntøkugrundarlagið hjá Vága Floghavn er, at fáa onnur flogfeløg at flúgva upp á Vágar.
- Tað er sjálvandi ein partur av uppgávuni, men fyrst og fremst haldi eg, at vit internt skulu hyggja at teimum inntøkum, vit framman undan fáa. Og í tí liggur eisini, hvussu vit fáa fleiri inntøkur í teimum møguleikum, sum longu finnst á flogvøllinum, sigur Jákup Sverri Kass,
Men neyðugt verður eisini at hyggja nærri at, hvussu ein burðardyggur rakstur fært í Vága Floghavn.
- Fyrst og fremst verður tað saman við nevndini at hyggja at, hvussu vit agera teir næstu tríggjar mánaðirnar, tað næsta árið, tey næstu tvey árini. Tí vit verða noydd til at raðfesta nøkur ting frammarlega og nøkur ting longur afturi, sigur Jákup Sverri Kass.

Fleiri um újtreiðslurnar
Stjórin hjá Jákup Sverra Kass, Magni Arge, hevur ofta fílst at teimum avgjøldum, ið verða løgd oman á ferðaseðlakostnaðin. Hvat ætlar Jákup Sverri Kass at gera við tað, nú hann tekur við sum stjóri í Vága Floghavn týsdagin.
- Sjálvandi verður tað nakað, vit fara at hyggja nærri at. Tað er í áhuganum hjá Vága Floghavn, at avgjøldini eru so smá sum tilber, fyri at fáa ferðaseðlaprísin niður. Men tað er nú einaferð soleiðis, at í Føroyum búgva 50.000 fólk, sum skulu út og heim, og tað merkir, at Vága Floghavn skal hava fleiri herðar og fleiri fólk at bera tær útreiðslurnar, fyri at fáa avgjøldini niður, sigur Jákup Sverri Kass.
Tað er ein partur av málinum.
- Hin parturin er sjálvandi, at vit hyggja eftir øðrum inntøkumøguleikum sum føra við sær, at fleiri verða at bera tær útreiðslur, sum ein flogvøllur hevur við sær. Avgjøldini eru ein partur av tí, og vit ynskja sjálvandi, at tey eru so lág sum gjørligt. Men vit skulu samstundis hava rakstuin at hanga saman, sigur Jákup Sverri Kass, sum týsdagin tekur við starvinum sum stjóri á Vága Floghavn.
Tað verður í fyrsta umfari Per Levring, sum skal taka yvir starvið hjá Jákup Sverra Kass sum sølu- og marknaðarleiðari. Per Levring hevur drúgvar royndir innan flogferðslu millum annað hjá Maersk Air, og hevur seinastu tíggju árini starvast hjá Atlantic Airways í Danmark.