Ein persónur festi eld í runnar við Hoyvíksvegin

Beint fyri klokkan 23 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum runni við Hoyvíksvegin í Havn. Eldurin varð skjótt sløktur, men so kom ein persónur aftur og festi í aftur.

Løgreglan vil sera fegin hava fatur á hesum persóninum, so um onkur hevur illgruna til onkran, so við løgreglan fegin frætta.

Viðvíkjandi skulkidegnum hjá næmingum á Glasi í gjár sigur løgreglan, at ferðsluruðuleikin vardi leingi, og at ferðslan framvegis var órógvað klokkan 8:30, og ikki bara við Glasir, men eisini heilt oman í miðbýin í Havn.

– So tað er gott, at hasin dagurin bara er einaferð um árið, helt vaktleiðarin á politistøðini.

Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið vóru grindaboð norðan fyri Kallin. Tað vísti seg, at talan var um springarar, og avgjørt var ikki at gera meira við tað.

Seinnapartin í gjár um fýratíðina sá løgreglan, at ein persónur koyrdi á knallert í Eysturoyartunlinum. Tað er ikki lov at koyra á prutli ella at súkkla ella ganga í Eysturoyartunlinum, so løgreglan fór á staðið og tók knallertina. Hon var ikki skrásett og hevði onga nummarplátur, so tað fær førarin eisini bót fyri.

Beint fyri klokkan 18 í gjár fekk løgreglan boð um, at onkur hevði kynt bál í miðbýnum í Havn – í 'loynikrókinum' við gamla bakaríið hjá Frants Restorff. 

Tað varð sløkt beinanvegin, og tey, sum vóru kring bálið fingu eina kraftiga ávaring fyri tað, sigur vaktleiðarin.