Ein persónur vístur av landinum

Ein ferðamaður, sum kom til Føroyar í gjár, hevði ikki pappírini í lagi og má tí av landinum aftur

Talan var um ein persón, sum kom úr Edenburg í Skotlandi. Hann hevði ikki røttu pappírini til at vera her og verður tí sendur av landinum aftur. Hann sleppur tó ikki aftur til Edenburg fyrr enn hósdagin, tá næsta flogfarið fer til Edenburg.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at løgreglan hevur tikið passið frá persóninum, sum er farin á hotell. Hann hevur ikki gjørt nakað kriminelt, men persónar, sum koma frá einum ikki-Schengen øki, mugu hava serligt visum at koma til Føroyar. Tað er ikki nóg mikið at hava visum til Schengen, tí Føroayr eru uttan fyri ES.