Ólavsøka
Tað verður ein røða um mentan, søgu og fólkið, sum her býr, sum Bjarti Mohr fer at halda, tá hann fer at seta ólavøskuna í ár.
Bjarti Mohr sigur við Sosialin, at hann er ikki rættiliga liðugur við røðuna enn. Men politikkur verður als ikki blandaður uppí, sigur hann.
Hann ætlar at gera hampiliga skjótt av. Tað er sjálvdan, at fólk tíma at lurta eftir longum røðum, og verður veðrið vánaligt, sum veðurmenninir hesaferð hótta við, er skilagott at gera skjótt av, sigur Bjarti Mohr.
Bjarti Mohr sigur, at hann hevur onga grundgeving fingið fyri, hví hann er biðin um at halda setanarrøðuna. Og tað kann eisini vera tað sama. Men hann tekur tað sum eina sera stóra æru at sleppa at seta ólavsøkuna, sigur hann.
Annars ætlar Bjarti Mohr sær at halda eina heilt vanliga ólavsøku. Sum hann plagar, og sum so mong onnur fólk gera.
Kappróðurin fer hann at síggja. So er tað steypafinalan í Gundadali. Og sum trúgvur B36'ari er eingin ivi um hvørjum hildið verður við. Og til eydnuhjólið í KFUM verður farið hvørt einasta ár, sigur Bjarti Mohr, sum samstundis nevnir, at hann framvegis kennir seg líkasum eitt sindur heima í KFUM, síðan hann sum smádrongur plagdi at koma til dreingjafundirnar hjá Álvheygg.