Bergur D. Joensen, sóknarprestur
Verið eg valdur biskupur, vil eg næstu 5 árini arbeiða fyri eini rúmligari fólkakirkju. Ein rúmligari kirkju, har tryggleika valdar í og um okkara kirkju.
Hetta merkir, at verandi kirkjuskipan í síni breidd á kirkjunnar grund verður varðveitt, javnstøða verður viðvíkjandi kvinnur og monnum, og eingin verður noyddur at gera ímóti síni sannføring ella samvitsku.
Størsta tryggleikan eigur tann kirkja, har kirkjufólk kenna seg tryggan við síni prest, og har kirkjufólk eins og prestur kenna seg trygg við sín biskup.
Trygg kunnu kirkjufólk vera við sín prest og biskup, um hesir boða Guds orð reint og rætt, og ikki lata seg tøla hvørki av meirilutum, meiningakanningum ella medium.
Bara tí presti og tí biskupi kunnu vit hava álit á, sum elskar øll menniskju, eisini tey, sum ikki elska aftur, og sum elskar bíbliuorðið, eisini tað, sum gongur honum ímóti. Av teimum hevur kirkjan til allar tíðin notið signing og alt gott.
Trygt at koma í kirkju og til prest
Fólkakirkjan er ein rúmlig kirkja. Hon gevur tryggleika fyri allar sínar limir.
Uttan mun til hvar, tú ert í landinum, og hvør tú ert, so ert tú vælkomin í fólkakirkjuna. Kirkjur og bønhús eru bygd um alt landið, og prestarnir eru búsettir soleiðis, at teir kunnu røkka øllum. Frá dópi yvir ferming og vígslu til jarðarferð fevnir kirkjan fólk okkara frá frá vøggu til grøv.
Øll, eisini tey, sum ikki eru limir, kunnu leita upp ein prest. Hann hevur skildu at taka ímóti tær, hvør støða tín er. Hann vil leggja oyra til og stuðla og hjálpa so langt, hann við Guds hjálp er førur fyri tí. Fólkakirkjunnar prestar hava strangastu tagnarskildu!
Hjá tí fólkakirkjufólki, sum vil loysa sóknarband til annan prest enn sínum egna, ber hetta sambært lógini til. Hjá teimum, sum vilja hava sóknarkirkju sína nýtta av øðrum presti enn honum á staðnum, fáa tey sambært lógini rætt at læna kirkjuna til gudstænastu eftir vanliga kirkjutíð. Og hjá teimum, sum av ymiskum orsøku velja at seta á stovna valkirkjulið, ber hetta eisini til sambært lógini.
Kirkjuliga lóggávan er tryggleiki fyri kirkjufólkið.
Tryggleiki at vera prestur
Fólkakirkjan er ein rúmlig kirkja. Hon gevur tryggleika fyri sínar prestar.
Uttan mun til um tú er kvinna ella maður, ógiftur, giftur ella uppafturgiftur, ella tú ert prestur, sum heldur, at tað sambært Skriftini átti í onkrum at verið øðrvísi, eru fólkakirkjunnar prestar vardir við lóg. Teir eru vardir við lóg, at vera tað, teir eru, prestar, og teir eru vardir við lóg óheftir av kirkjuráðunum og nøkrum øðrum jarðiskum myndugleika til at boða tann boðskap, teir eru kallaðir at boða, gleðiboðskapin um frelsuna í Jesusi Kristi.
Tað hevur verið soleiðis seinastu árini, at nakað av tí einasta, nýggir kandidatar verða spurdir um, er støða teirra til kvinnuligar prestar og til uppafturgiftu. Annað hevur verið meiri og minni líka mikið. Eisini børnini og tey ungu, eisini um ein vil gera nakað til nyttu út yvir tað, ein prestur skal av tænastum. Ja, sjálvt lærugrundarlagið hevur ikki verið so átrokandi at funnið út av hjá nýggjum umsøkjarum til prestastarv.
Við mær sum biskupi verða varandi loysnir funnar á teimum spenningum, sum hava verið, og sum eru. Loysnin er virðing og samstarv og rættur og frælsi til ikki at gera ímóti síni sannføring og samvitsku. Sjálvur havi eg royndir á hesum øki, men kunnu hesar royndir hava gjørt meg mótfalnan við hvørt, so hava tær ikki gjørt meg beiskan. Eg eri góður við okkara kirkju, og eri eg sinnaður sjálvur at ganga á odda at finna loysnir á hesum øki.
Kirkjuliga lóggávan er tryggleiki fyri prestarnar.
Tryggleiki at vera bispur
Fólkakirkjan er ein rúmlig kirkja. Hon gevur tryggleika til sín biskup.
Ein biskupur, hann sum eru fyrisitari fólkakirkjunnar, hann, sum hevur høvuðsábygd av hirða- og lærutænastuni, skal eisini vera vardur at útinna sína tænastu.
Við lóg er hann tryggjaður, at hann ikki skal kenna seg forðaðan at útinna sín gerning í embætinum. Fótonglar, fjøllmiðlar ella fólkavald kunnu ikki kroysta hann til nakað. Hann kann í frælsi læra, liva og leiða í egnari kirkju. Kirkjan er Guds. Hon eitur fólkakirkja, og hon er ein fólkakirkja, men hon er hvørki fólksins -, prestsins – ella biskupsins ogn. Hon er Guds ogn.
Nakrir av størstu demokratum í heimunum gjørdu ímóti fólkakirkjunnar vilja í 1947 og noyddu kirkjuni at góðtaka kvinnuligar prestar. Har var einki at gera, hóast nærum allir biskuparnir og hundraðtals prestar mótmæltu. Men tað skulu politikararnir á Christiansborg so eiga, teir hava søguliga sæð gingið undan samanborðið við onnur lond, har líknandi kirkjuskipanir eru. Hetta prógvar reglurnar um sóknabandsloysing, brúk av kirkjum og rætturin til valkirkjulið og fríkirkjulið. Grundtvig gamli var upprunin til hesi rættindi. Hann hevði serliga gott hegni at taka hædd fyri samvitskuni hjá fólki. Eisini lógin, sum fólkatingslimir vistu, teir máttu smíða, lógin frá 1948 um rætt og skildur hjá biskupi í samband við at hann kennur seg noyddan at gera undantøk viðvíkjandi presti, boðar frá rættsinni millum fólkavald í Danmark fyri 60 árum síðan.
Men nú eru tað menn og kvinnur í okkara yvirtiknu kirkju, sum nerta við rætt presta og biskups. Men vunnin rættindi mugu ikki liggja eftir, nú haldast skal fram við kirkjulóggávuarbeiðinum her heima. Hesi rættindi ætli eg at verja og berjast fyri í okkara kirkju. Hetta er ein søk, sum hevur størri týdning enn flestu menniskju gáa um, tí verður nomið við samvitskufrælsi prest og biskups, verður kirkjan til endans ikki kirkja longur, sum boðar Guds orð, men bara ein stovnur, sum sigur tað, fjøllmiðlarnir og fólk flest siga? Og hvør leggur tá nakað í kirkjuna? Hvør spyr tann, sum bara sigur tað sama?
Kirkjuliga lóggávan er tryggleiki fyri biskupin.
Tryggleiki mótvegis politiska myndugleikanum
Men so er tað neyðugt eisini, at Føroyska kirkjan kann hava leik og lærd, sum ansa eftir tí, sum er í kirkjuni og um kirkjuna, og sum vil kristnu trúnni ann.
Føroyska fólkakirkjan veit, hvør hon er. Hon hevur aldargamlar røtur heilt aftur til fyrstu niðursetu fólk her á landi. Keltisk kristin vóru vit (nøkur) í 200 (?) ár, katólska krisin 500 ár, luthersk kristin 400 ár, so hava vit verið luthersk og protestantisk kristin 100 ár. Føroyingar hava verið kristnir hóast formur og innihald hevur broytt nakað seinastu 1.300 árini. Onnur trúgv, sum ráddi fyri 1.000 árum síðan, og sum mangan oyddi fyri sær alt tað, sum heilagt var, sær nú aftur dagsins ljós. Ikki sum trúgv á Óðin og Tór (hóast onkur er), men sum trúgv á alt annað enn hin livandi Gud og hansara orð.
Tí má kirkja okkara hava prestar og biskup sum við frímóði boða gleðiboðaskapin, og sum vilja verja og fremja tey góðu og varandi kristnu virðini, sum kristna rættvísi, umsorganin og hjúnalagið og siðalæra annars inniber. Æran og embætið má alt setast inn fyri at kjølfesti føroyinga áhaldandi verður hitt kristna.
Tí má lógin á kirkjuliga økinum varðveita rættartrygdina, sum er fyri fólkið, prestarnar og biskupin.
Við lóg skal kirkjan verða vard og tryggjað, so at í øllum innanhýsis viðurskiftum – í læru, lívi og leiðslu – ræður kirkjan.
Lógin lóggávan skal verða tryggleiki um lógina sjálva.