Ein rímulig marknasemja

So er avtalan avtalað. Men tað tók »bert« 20 ár at koma so langt.

Jeremy Cresswell

frá Aberdeen Press & Journal


Tað er sjálvandi lætt at vera spoyskur viðvíkjandi tíðini, tað hevur tikið at fáa eitt kompromis, sum ber til, um markið millum Bretland og Føroyar.

Um ein lutfalsliga einfaldur spurningur um at draga eina linju millum tveir friðarsinnaðar norðuratlantiskar grannar kann taka so langa tíð, hvørjar vónir eru so fyri at røkka semjur, har politikkurin er nógv meira torgreiddur, og har partarnir kunnu vera beinleiðis ósamdir?

Her sipi eg sjálvandi til óruddið í Jugoslavia og ? nærri hjá okkum ? Norðurírland.

Hinvegin var tað, sum var eitt átrokandi mál fyri Føroyar, heilt greitt ikki so átrokandi fyri Bretland, sum hevur ein nógv størri og fjølbroyttari búskap og størri altjóða áhugamál.

Tórshavn noyddist at bíða og bíða ? og bíða ? og hyggja at, meðan eitt nú BP hevði fleiri væleydnaðar boringar vestan fyri Het-land; Foinaven, Schiehallion, Suilven og kanska enntá eisini Conival.

Tað má hava verið ótrúliga frustrerandi.

Tað góða við marknasemjuni millum Føroyar og Bretland er, at hon tykist vera rímilig.

Oljufólk eru fegin. Fiskifólk eru nøgd.

Nógv av markinum er javnfjart. Tað er bert eitt øki, har Bretland sær út til at hava fingið meira burturúr, men tað er lítið.

Fyri umleið fimm árum síðani ákærdu føroyingar bretar fyri at royna at fáa fatur á so nógvum, teir yvirhøvur kundu, av tí, sum føroyingar sóu sum sítt øki ? bølmennistaktikkur, vildi onkur vera við.

Um vit ímynda okkum, at London hevði fingið sín vilja, høvdu fiskimenninir hjá hesum partinum av danska ríkinum noyðst at funnið seg í, at útlendskir boripallar órógvaðu á fiskileiðunum.

Tann sannroynd, at bert ein atfinningarsom rødd var hoyrd, tá føroyska tingið umrøddi avtaluna, má merkja, at avtalan eisini hevur verið góð fyri fiskivinnuna.

Um ikki, høvdu krókapolitikkararnir (lobbyistarnir) hjá fiskivinnuni uttan at ivast gingið ímóti avtaluni. Tað er merkisvert, at atfinningarsama røddin var tann hjá fyrrverandi løgmanni Edmund Joensen.

Einum er komið fyri oyrað, at hann helt, at ein betri avtala kundi verið gjørd, hevði bretski forsætisráðharrin Tony Blair persónliga verið við í samráðingunum við danir í Keypmannahavn um lagnuna hjá føroyingum.

Leiðarin í føroysku samráðingarnevndini, Árni Olafsson, eigur at fáa eitt tillukku fyri sítt kvirra áhaldni. Tað tykist ikki vera so langt síðani, at hann segði greinaskrivaranum frá, at hann ivaðist í, um nøkur brúkilig semja kom í lag eftir so nógv ár uttan úrslit.

Kanska kom veruliga broytingin í bretsku støðuni mótvegis Føroyum, tá the Tories (teir konservativu) taptu seinasta valið. Seinni kom so nógv umrødda brævið frá bretska uttanríkisráðharranum Robin Cook til núverandi føroyska løgmannin Anfinn Kallsberg.

Síðani kom meira fyrireikingararbeiði, og kvirri og lítillátni Árni Olafsson rakk eini semju, hann við vissu kann vera nøgdur við.

At royna at røkka eini avtalu, sum á øllum økjum er grundað á Geneve-konventiónina, og sum fevnir um umleið 40.000 ferkilometrar kundi havt tikið fleiri ár afturat og inniborið eitt dýrt sakarmál móti Bretlandi við altjóða dómstólin í Haag.

Meðan hetta hevði staðið á, kundi Big Oil havt mist áhugan fyri bretska partinum av økinum við markið. Sum nú er, er áhugin minkandi orsakað av lágum oljuprísum, stórum útreiðslum av royndarboringum og menning, og tí økið ikki hevur verið so ríkt, sum vinnan hevði vónað.

Loksins er hurðin opin fyri fyrsta føroyska útbjóðingarumfarinum og fyri oljufeløgini at kanna varhugan av, at ein rúgva av olju og gassi liggja goymd undir stóru basaltfláunum, sum eru í føroysku undirgrundini.

Ein gevandi fíggjaravtala er í væntu.

Fyritøkurnar eru serliga óðar eftir at kanna øki í Føroyar-Hetlandsrennuni, sum kunnu fara tvørturum júst avtalaða markið ? um Greenpeace og aðrir umhvørvisfelagsskapir loyva hesum. (Greenpeace hevur fingið loyvi frá Hægstarætti í London at fara í rættin við bretsku stjórnini í sambandi við oljuleitingar vestan fyri Hetland).

Eingin eigur at ivast í, at tann sonevndi UK Atlantic Frontier hevur mist sín glans. Hetta økið er dottið langt aftur um Vesturafrika og endurfødda Mexicoflógvan, og Smith Rea Energy Analysts vísa á hetta í teirra seinastu meting av møguligum oljukeldum í djúpum sjógvi um allan heimin.

Ætlanir eru lagdar um brunnar í ár, men bert fáir, og Clair-økið, sum nógvar vónir vórðu settar til, er framvegis lagt á ís, eftir at tað varð steðgað fyri einum ári síðani.

Beint nú er Mobil har úti á Frontierinum, har teir arbeiða við Jack Bates ? ein flótandi boripallur (»semi-submersible«), sum teir annars søgdu frá sær fyri nøkrum mánaðum síðani, tí hann ikki riggaði sum hann skuldi, og Mobil hótti við endurgjaldskravi til framleiðararnar.

Jack Bates er ikki langt frá nýggja markinum og byrjaði tann 214/4 l stóra brunnin tann 26. apríl. Wood Mackenzie sigur um arbeiðið: »Førarin leitar eftir eini stórari gasskeldu har norðuri í kassanum, stutt frá har bretska økið endar.«

Mobil fer uttan iva at halda síni kort tætt inn at sær. Men um nakað verður funnið, og keldan gongur inn á føroyska økið, fara tíðindini kanska at leka út skjótari enn annars ? av eyðsýndum orsøkum!