Vakurleiki
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Tað er Margee Dam, sum hevur latið vakurleikaklinikkina Rósan upp. Margee er útbúgvin sum kosmetolog og massør, og harumframt hevur hon eisini arbeitt bæði hjá Elisabeth Arden og Lagerfield í Danmark.
Ein dreymur
Margee varð útlærd sum kosmetolog í 1982, og arbeiddi í nøkur ár í Danmark, áðrenn hon kom heim aftur til Føroya. Her lat hon upp handilin Rósan, sum bjóðaði ymsa húðrøkt til viðskiftafólki.
Men saman við teimum tungu árunum fyrst í 90-inum gjørdist tað eisini alsamt tyngri at reka egið handilsvirksemi, og hetti førdi við sær, at Rósan miðskeiðis í 90-inum lat dyrnar aftur fyri seinastu ferð.
Men hetta var tó bert fyribils.
- Eg havi altíð havt ein dreym um at fingið eina professionella klinikk her í Klaksvík. Og nú helt eg so, at tíðin var komin, greiðir Margee frá.
Hon heldur, at samstundis sum tíðirnar eru vorðnar betri, so eru fólk eisini vorðin meiri tilvitað um seg sjálvi.
- Vit hugsa sera nógv um okkara egnu vælveru í dag. Serliga hárið og klæðini skulu vera í lagi, men andlitið hevur ikki minst at siga. Ein sunn húð fær teg at kenna teg væl, og gevur tær eisini størri sjálvsvirðing, sigur Margee.
Í vakurleikaklinikkini Rósan bjóðar Margee alla røkt innan andlit og kropp.
Her kanst tú fáa lagt make-up, tú kanst fáa ymsar voksviðgerðir, tú fært massagu til andlit og kropp og harafturat veitir klinikkin eisini ymsa ráðgeving innan húðrøkt.
SPA-viðgerðir
Eitt, sum er heilt serligt við Rósuni er, at tú umframt alt hitt, eisini kanst fáa nakrar sokallaðar SPA-viðgerðir.
Ein SPA-viðgerð inniheldur eitt baðikar við heitum vatni, har tú kanst slappa av við hjálp frá ymsum oljum, ið hvør sær hava ymsar eginleikar.
Tá tú er liðug ella liðugur í baðikarinum, so er eitt hav av viðgerðum, ið tú kanst velja at forkela kropp tín við. Fleiri av hesum viðgerðum innihalda algur, sum stramma húðina upp, samstundis sum tær reinsa hana.
Í klinikkini hevur Margee annars lagt seg eftir, at øll amboðini eru av nýggjasta slag. Merkið, ið klinikkin umboðar, er eisini eitt tað mest framkomna innan makeup-heimin í dag.
Mannfólk víst áhuga
Tá vakurleikaklinikkin Rósan lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð sjálvan valdagin, kom hópurin av fólki inn á gólvið.
- Øll hava víst stóran áhuga, og tá avtornaði høvdu eini 200 fólk verið inni á gólvinum, greiðir Margee frá.
Hóast vakurleikaklinikkir oftast leiða tankarnar á konufólk, so vóru eisini fleiri mannfólk á vitjan hendan fyrsta dagin.
Og onkur av teimum hevur enntá bílagt sær tíð frá Margee.
- Og teir skulu sjálvandi eisini verða so hjartaliga vælkomnir, sigur Margee.
Annars sigur Margee, at hon, umframt tilboðini í klinikkini, eisini fer at leggja stóran dent á at taka fólk inn, og síðan læra tey, hvussu tey á bestan hátt kunnu røkta sína húð heima við hús.