- Ein røtt avgerð

Tað sigur Fróði Benjaminsen um at byrja aftur - men hann hevur ivast

Fróði Benjaminsen tók landsliðsgaggurnar fram aftur í ár. Hóast hann hevur ivast um tað var rætt, so er hann glaður fyri avgerðina í dag, men hevur ikki tikið avgerð fyri komandi ár.

 

Les eisini: Útselt í Sveis

 

Tað kendist tómligt, tá Fróði Benjaminsen í fjør takkaði fyri seg á landsliðnum. Ein skaði gjørdi, at hann ikki varð førur fyri at siga farvæl í seinasta dystinum, sum var móti Rumenia. Kenslan nívdi hann so nógv, at tá Lars Olsen spurdi eftir honum í summar tók hann av. 38 ára gamli miðvallarin hevur í løtum ivast um tað var rætt.

 

- Eg hugsaði um tað var rætt at byrja aftur, men at fáa ein sigur og ein javnelik hevur givið mær ró, tí nú vísti tað seg at verða ein røtt avgerð, sigur Fróði Benjaminsen.

 

Les eisini: Ivamálið er á vinstra bakki

 

Hann spælir sunnudagin sín dyst nummar 90. Tað er nýtt met hvørja ferð hann spælir. Næstflestar hevur Óli Johannesen við 83. Fyribils hevur miðvallarin onga avgerð tikið um komandi kappingarár.

 

- Eg hugsi ikki so nógv um tað. Eg spæli hendan dystin og so fáa vit at síggja, sigur Fróði Benjaminsen.

 

Avrikið tað týdningarmesta

Fyri fyrrverandi liðskiparan er avrikið tað týdningarmesta nú. Tapið fyri Portugal skal vaskast av.

 

- Tað er týdningarmikið, at vit allir avrika væl. Skulu vit hava nakaran møguleika, so skulu allir spæla betri enn seinast, sigur Fróði Benjaminsen, sum heldur at talan var um eitt vánaligt liðavrik móti Portugal.

 

Les eisini: Runuvenjing og jetflogfør

 

- Tað var ein kollektivur niðurtúrur í mun til undanfarnu dystirnar, har vit hava eitt nú hildið væl upp á bóltin, sigur miðvallarin.

 

Ein nærliggjandi tanki er, at uppleggið til dystin móti Sveis skal verða meiri verjukent. Tað er toftamaðurin ikki heilt samdur í.

 

- Eg veit ikki um uppleggið skal broytast, men eg ímyndi mær, at spælararnir hugsa meiri um tað. Einki kemur av sær sjálvum í einum slíkun dysti, sigur toftamaðurin og leggur afturat:

 

Les eisini: Shaqiri ikki við móti Føroyum

 

- Hetta verður ein trupul dystur. Teir hava vunnið allar tríggjar dystirnar higartil, og hava vunnið á Portugal. So talan er um eitt gott lið, umframt at vit eru á útivølli. Eg fari ikki at siga at vit skulu hava stig, tí vit skulu fyrst og fremst avrika væl. Sjálvandi fara vit eftir at fáa stig, men avrikið er týdningarmesta, sigur Fróði Benjaminsen avgjørdur á málinum.

 

Tað tykist púra greitt, at Fróði Benjaminsen byrjar inni á verjukenda miðvøllinum sunnudagin. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður í Luzern.