Myndin, sum Álvur Haraldsen tók á bátastevnuni í Vestmanna í gjár, er tilvildarlig.

Ein rímiliga friðarlig nátt í Vestmanna

- Samarittar og bjargingarfelag gjørdu eitt velduga stórt arbeiði, sum tey eiga stórt rós uppiborið fyri, sigur løgreglan.

 

Myndin, sum Álvur Haraldsen tók á bátastevnuni í Vestmanna í gjár, er tilvildarlig.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at nógv fólk var í Vestmanna í gjárkvøldið og í nátt, og sum heild hevur verið rímiliga friðarligt.

 

- Vit hava verið til steðar í Vestmanna, og her vóru eisini nógvir samarittar og bjargingarfelag, sum gjørdu eitt velduga stórt arbeiði, sum tey eiga stórt rós fyri.

 

Løgreglan hevur eisini alt gott at bera fyrireikarunum av bátastevnuni, sum eftir teirra tykki er eitt stórt og vælskipað tiltak.

 

- Full fólk vóru hjálpt á føtur, og har onkur illstøða var við at taka seg upp, vóru vit ímillum partarnar og tosaðu fólk til rættis.

 

##med2##

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tveir persónar kortini vóru so mikið í hornatøkum, at annar varð handtikin og endaði á løgreglustøðini.

 

- Hetta málið er skrásett og verður kannað sum harðskapsmál. Eitt annað mál er eisini úr Vestmanna, har ein persónur er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

 

Løgreglan heldur, at tá so nógv fólk vóru savnað, sum tað vóru á bátastevnuni í Vestmanna í gjárkvøldið og í nátt, gekk alt eftir umstøðunum rímiliga væl.

 

##med3##

 

 

 

Myndin, sum Álvur Haraldsen tók á bátastevnuni í Vestmanna í gjár, er tilvildarlig.

Mynd: Álvur Haraldsen.

Mynd: Álvur Haraldsen.