Vit gjørdu okkara ítarsta. Men har var onki at gera.
Paul McCartney gav onga samrøðu ella svaraði nøkrum spurningum, tá hann var á konsertferð í Keypmannahavn.
Bara tveir journalistar, ein frá donskum útvarpi og ein frá donskum sjónvarpi, sluppu at práta við Paul McCartney, upplýsti Trine Sandner frá EMI-Music okkum, eftir at vit í fleiri dagar høvdu roynt at funnið onkran veg inn til sjálvan kongin.
Heilt erligt. Tað var heldur ikki óvæntað. Hann man hava svarað øllum spurningunum umaftur og umaftur. Og tað blívir ikki við at vera stuttligt.
Tað var heldur ikki langt ímillum Hello og Goodbye hjá Paul McCartney í Danmark. Hann kom seint seinnapartin fríggjadagin, gjørdi ljóðroynd í Parkini, hevði konsert í tríggjar tímar og fleyg síðan beinanvegin heimaftur til sín sjálvs í sínum privata Hawker-flogfari um midnáttarleiti.
Tilsamans vardi hansara danmarkarferð ikki meira enn átta tímar. Og lønin var ikki so galin. Sum skilst fekk hann 15 milliónir krónur. Persónliga skuldi hann fáa 10 milliónir burturúr. Ikki so galið eftir átta tímum.
Tey flestu tóktust at halda, at hann var verdur hvørja krónu av millum 500 og 650 krónunum, sum atgongumerkini kostaðu.