Ein roynd afturat at leggja kommunur í Suðuroy saman

Býráðið á Tvøroyri og bygdaráðið í Sumba faranú at kalla allar kommunur í Suðuroy saman at tosa um at leggja kommunur saman. Miseydnast hendan royndin, leggur Tvøroyrar kommuna málið á hyllina

Kommunusamanlegging

Nú verður ein roynd gjørd afturat at fáa gongd á arbeiðið at leggja kommunurnar í Suðuroy saman.
Ì tí sambandi fara fara býráðið á Tvøroyri og bygdaráðið í Sumba í næstum at kalla allar hinar fimm kommunurnar í oynni saman á fund at tosa um møguleikarnar fyri at leggja kommunurnar í oynni saman.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, væntar, at hesin fundurin verður fyrst í mars.
? Á tí fundinum er ætlanin at vita um hinar kommunurnar eru áhugaðar fyri at leggja kommunurnar í oynni saman, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.

Hava gjørt fleiri royndir
Tað er ikki av ongum, at býráðið í Sumba og bygdaráðið í Sumba taka hetta stigið í felag tí í spurninginum um kommunusamanlegging hava tær báðar kommunurnar staðið saman.
Í báðum kommununustýrunum er ongin ivi um, at greið undirtøka er fyri at leggja allar Suðuroy í eina kommunu.
Og tað hava kommunustýrið í Sumba og á Tvøroyri eisini fingið fulla heimild til frá sínum borgarum. Samstundis sum kommunuvalið var í november, var eisini fólkaatkvøða í Sumba og á Tvøroyri um at leggja alla oynna í eina kommunu og báða staðni var heilt greiður meiriluti fyri at øll oyggin skuldi vera ein kommunua.
Tá vildu hinar kommunurnar í oynni ikki hava fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging. Men úrslitið var, at Sumbiar- og Tvøroyrar kommuna arbeiddu við at leggja tær báðar kommunurnar saman.
Tær komu tó ikki á mál, tí mitt í øllum setti landsstýrið tíðarfreist fyri, nær kommunur skuldi leggja saman fyri at tað skuldi fáa gildi frá 1. januar, tá í nýggju kommunustýrini tóku við, og tað tíðarfreistina kláraðu býráðið á Tvøroyri og bygdaráðið í Sumba, ikki at halda.
Og í sambandi við fólkatingsvalið, heitti Tvøroyrar kommunua aftur á hinar kommunurnar í oynni um at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging.
Men ongin kommuna tók undir við áheitanini. Tær søgdu, at skotbráið var ov stutt og summar kommunur hildu eisini, at ein samanlegging mátti fyrireikast betri.
Eitt nú hildu kommunur, at tað var neyðugt at fáa eina lýsing av fyrimunum og vansum við eini samanlegging, so at borgarin hevði eitt haldgott grundarlag at taka støðu útfrá.

Hetta er seinasta royndin
? Eg skal viðganga, at skotbráið var nakað stutt. Men nú gera vit so eina roynd afturat fyri at vita, hvat kommunurnar halda, sigur Kristin Michelsen.
? Tað er ongin sum sigur, at vit skulu leggja saman nú. Men lat okkum arbeiða miðvíst við málinum, so at vit kunnu leggja saman um fýra ár, tá ið hetta valskeiðið endar 31. desember 2008.
? So ber til at fyrireika málið væl og virðiliga og at fáa ein so góðan sáttmála um samanlegging sum gjørligt.
Hann leggur afturat, at í hesum sambandi ber eisini til at fáa eina lýsing av fyrimununum og vansunum við eini samanlegging.
? Norðanfyri hava nógvar kommunur lagt saman og tað ber til at fáa at vita, hvørjar royndir, tær kommunurnar hava gjørt og kanska hvørji mistøk tey hava gjørt, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.
Hann vísir eisini á, at hetta er eitt gylt høvi hjá suðuroyingum at tosa um kommunusamanlegging, tí samanlegging er eitt av teimum10 punktunum í Suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum.
Tí heldur hann, at tað er ongantíð meiri umráðandi enn nú hjá suðuroyingum at draga eina línu fyri at fáa sum mest burturúr suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum.
Samstundis vísir hann á, at allir serfrøðingar við skili fyri slíkum viðurskiftum, vísa á, at tað einasta rætta er at leggja alla Suðuroy í eina kommunu.
Men hann leggur eisini afturat, at spyrst heldur onki burturúr hesum fundinum, sum bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvøroyri nú fara at kalla kommunurnar saman til, fer Tvøroyrar býráð ikki at brúka meiri orku uppá spurningin um samanlegging.
? Vilja kommunurnar framvegis ikki taka stig til at leggja kommunurnar í oynni saman, geva vit ikki meiri við málið, sigur Kristin Michelsen.