Ein sólskinssøga við skuggasíðum

Elin N. W. Tausen, Valevni á lista E til býráði í Tórshavnar kommunu
.......

Tað, at dagstovnasøkið er lagt út til kommunurnar, verður ofta lýst sum ein sólskinssøga, og sum verandi ein fyrimynd fyri onnur øki, sum ætlandi verða løgd út til kommununar at umsita.
Stór framstig eru hend tey seinastu 12 árini. Framstig, sum vit als ikki skulu síggja burtur frá. Ansingartørvurin er nøktaður, økið er bygt út við dagførdum stovnum osfr. Men tað veldst um eygað ið sær, tí dagstovnaøkið er fyri meg meira enn ansingartøvur og bygningar. Tí talan er eisini um eitt øki, sum skal hava eitt innihald, sum er álagt við lóg. Ansingarøkið er ein tann størsti útreiðsluposturin hjá kommununi. Men velja vit at síggja økið sum eina útreiðslu ella eina íløgu í okkara egnu framtíð?
Vilja vit raðfesta rættindini hjá børnunum til at vera í einum umhvørvi, sum er mennandi og lærandi? Eitt umhvørvið, sum samstundis er merkt av umsorgan, tryggleika og nærverandi starvsfólkum, sum hava orku at vera til staðar? Starvsfólk, sum førleikamenna og útbúgva seg fyri at alla tíðina at kunna betra um læriumhvørvið hjá børnum? Ja. Sjálvandi vilja vit tað! Tíðin er komin til at raðfesta innihaldið børnum at frama, tí vit hava sum samfelag ikki ráð til annað ... Børnini eru okkara framtíð!