Ein sannur gysari

Fjórðingsfinalan millum portugisisku vertirnar og fótbóltsins móðurland, Ongland, gjørdist sera spennandi og dramatisk, og neyðugt var við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara

Enn einaferð noyðast onglendingar nakkalangir heim frá einum EM ella HM-endaspæl, eftir at teir hava tapt eina brotssparkskapping. Tað hava teir upplivað fleiri ferðir seinnu árini, og hóskvøldið vóru tað portugisar, ið køvdu ensku vónirnar eftir ein sera spennandi dyst.

Hol kom á hjá Owen
Dysturin millum Portugal og Ongland var ikki meiri enn settur í gongd, tá ið Ongland legði seg á odda. Eitt mistak í portugisisku verjuni førdi við sær, at Michael Owen kom at standa leysur, og kviki Liverpool-framherjin var knappur og skeyt sítt fyrsta mál í EM-endaspælinum.
Onglendingarnir høvdu yvirvág meginpartin av fyrra hálvleiki, og fleiri ferðir høvdu teir møguleikan at økja um leiðsluna, men hvørja ferð manglaði tað síðsta í. Tað kom eisini dátt við hjá Onglandi, at unga álopsstjørnan, Wayne Rooney, ið veruliga hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot í EM-endaspælinum, fekk ein skaða miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og noyddist at fara av vøllinum.

Eykamenninir bjargaðu Portugal
Í seinna hálvleiki vóru tað portugisisku vertirnir, ið yvirtóku stýringina av dystinum. Tað tóktist sum um, at onglendingar valdu at satsa upp á, at teir kundu verja 1-0 leiðsluna heldur enn møguliga at økja um hana. Leingi sá tað eisini út til, at tað fór at eydnast teimum, men tá ið tíðin var farin at halla, sveik annars so trygga enska verjan.
Umleið eitt korter fyri leiklok bleiv størsta portugisiska stjørnan og liðskiparin, Luis Figo, útskiftur, og tað var ikki nakað, ið hóvaði ærukæra Real Madrid-leikaranum. Figo gekk beint út av vøllinum og í umklæðingarrúmið, og tað sást á øllum brøgdum, at hann var alt annað enn nøgdur við avgerð venjarans um at skifta seg út.
Á vøllin ístaðin fyri Luis Figo kom Tottenham-framherjin, Helder Postiga, og hann nýtti ikki nógva tíð á vøllinum til at gera vart við seg. Postiga hevur spælt eitt ár í enska felagnum, og tað hevur verið eitt serstakliga miseydnað ár, har tað bert hevur eydnast honum at skora eitt mál. Men hóskvøldið fekk Postiga so víst onglendingum, hvør dugur er í honum, tá ið hann púra ótarnaður átta minuttir fyri tíð var hægstur og stútaði eitt innlegg í málið til 1-1.

Ongland snýttir fyri sigursmál
Hóast bert fáir minuttir vóru eftir at leika, tá ið Portugal fekk útjavnandi málið, var tað nær við, at Ongland tryggjaði sær sigurin í evstu løtu. Eftir eina deyðbóltsstøðu var skallað á tvørstongina, og tá ið bólturin stakk út aftur, var sterki verjuleikarin, Sol Campbell, hægstur og skallaði í netið, og onglendingar hildu, at nú høvdu teir fingið sigursmálið, tí tíðin var at kalla farin. Men dómarin í dystinum, Urs Meier úr Sveis, kolldømdi av einari ella aðrari orsøk enska málið, og onglendingar noyddust so nipnir aftur at verja.
Støðan var altso 1-1 eftir vanligu leiktíðina, og tí var neyðugt at fara undir longda leiktíð. Hugaligt var at síggja, hvussu nógv bæði liðini løgdu fyri at vinna dystin, og at hvørki av liðunum valdi at satsa upp á brotssparkskappingina. Fyrsta korterið av longdu leiktíðini gav onki mál, men næsta korterið var hendingaríkari. Bert tríggir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki av longdu leiktíðini, tá ið innskifti Manuel Rui Costa hjá Portugal fekk fitt av rásarúmi til at reka oman móti enska brotsteigin, og tá ið hann kom áraka brotsteigarmarkið, gjørdi hann ikki mætari enn at smekka bóltin upp undir tvørstongina og í málið til 2-1, og rómurin millum teir túsundtals portugisisku áskoðararnar var øgiligur.
Gleðin hjá Portugal var tó støkkut, tí tá ið nakrar fáir minuttir vóru eftir at leika, fekk Ongland javnað, tá ið Frank Lampard, við rygginum ímóti portugisiska málinum, fekk ein tilvildarligan bólt staddur næstan inni í málteiginum, og hann snaraði sær á og langaði bóltin upp undir nettakið, og so var aftur javnleikur.

Beckham brendi enn einaferð
Tískil gjørdist tað neyðugt at fara til brotssparkskapping, og hon gjørdist drúgv. Fyrsta skotið í brotssparkskappingini átti enski liðskiparin, David Beckham, og fyri aðru ferð í EM-endaspælinum misnýtti Beckham eitt brotsspark. Tað sá út til, at Beckham gleið í sjálvari skotløtuni. Tað var tó ikki einans Beckham, ið fekk trupulleikar av vøllinum, tá ið hann skeyt brotsspark, tí eisini Rui Costa hjá Portugal misnýtti, og hann sá út til at geva vøllinum skyldina. Allir hinir fýra skjúttarnir hjá londunum báðum skoraðu tó upp á sínar royndir, og tí var neyðugt at fáa fleiri leikarar at skjóta. Fyrst skoraði Ashley Cole trygt fyri Ongland, men Maniche hjá Portugal javnaði. Síðani var tað innskifti áleyparin hjá onglendingum, Darius Vasell, ið skeyt, men portugisiski málverjin, Ricardo, bjargaði royndini hjá Aston Villa-framherjanum. Nú var støðan so tann, at skoraði Portugal upp á sítt næsta brotsspark vóru teir í hálvfinaluni. Avgerandi brotssparkið hjá Portugal var málverjin, Ricardo, settur at skjóta, og hann skoraði ósvikaliga trygt, og so var Portugal í hálvfinaluni, meðan Ongland enn einaferð reyk út eftir brotssparkskapping.