Ein seinasta heilsan til Gubba

(Lisin á kórsgáttini í Gjáar kirkju undir jarðarferðini 8. juni 2011)

Í einari løtu sum hesari kenn­ast orð so fátæk, og tað skulu góð orð til at geva eina mynd av Gubba, sum vit nú fylgja til gravar.
Fyri knappliga 14 døgum síðani vóru 82 ár, síðani Gubbi var her í kirkjuni fyri fyrstu ferð. Hendan dagin bleiv kirkjan vígd, og hendan sama dagin varð Gubbi doypt­ur her. Tá varð hann borin inn um kirkjugátt og lívs­leið hansara vælsignað. Í dag verður hann borin út­aftur og fær aftur Harrans signing við sær - hesaferð á ta seinastu ferðina.
Gubbi var eitt fjølbroytt menniskja. Hann hevði sera lætt við at fáa samband við fólk, og tí eru tað eisini mong, sum kendu hann. Málsliga útbúgving hevði hann ikki, men tað helt honum ikki aftur, tá fremmand ferðafólk komu framvið.
Gubbi var náttúru­menn­iskja sum fáur. Hann sá tað stóra í tí minsta og tað vakra í tí, sum vit onnur kanska halda vera minni vakurt. Hann var ein av teimum, sum skaldið sigur »gleddist við smálomb og blómur«. Sum røktingarmaður fylgdi hann við, hvussu tað einstaka lamb­ið vaks og mentist, og skurð­kvøldið í Dalinum sat hann eina góða løtu í hoyggj­húsinum og eygleiddi lomb­­ini, eins og segði hann teim­um farvæl.
Fyri okkum brøðurnar heimi í Horni var hann ikki bara Gubbi. Av tí at pápi okk­ara var burturi tað mesta av árinum, tá vit vóru smá­dreingir og vuksu upp, var tað Gubba vit spurdu, tá okk­urt var at spyrja um. Hann var okkum góður – ikki bara í ráðum, men í øllum, og tí er tað sera tómligt heimi hjá okkum, nú hann er farin út fyri seinastu ferð, og vit ikki fáa svarið »Ja, góði«.
Er tað tómligt hjá okkum, er tað sanniliga eisini tómligt hjá tær, Marin Elisabeth. Tú hevur verið Gubba ein góður stuðul. Harrin styrki teg í sakn­inum.
Gubbi var lættur í sinni, og soleiðis munnu tey flestu eis­ini minnast hann. Men hann hevði eisini sínar kenslu­bornu løtur. Um tað var, tí at hann misti mammuna longu sum fýra ára gamal, vita vit ikki, men í slíkum løtum kundi hann av og á seta seg at syngja sangin »Meg minn­ist, tá eg var lítil». Hann sang hann við síni eyðkendu rødd, men tað kendist, sum at rødd­in fekk ein sorgblíðan dám, tá hann kom til tær sein­­astu reglurnar:

Slíkt rennur mær nú í huga,
nú náttin er myrk og long.
Móðir mín svevur í moldum,
sjálvur eg reiði mær song.

Nú er røddin tagnað, og Gubbi er lagstur fyri seinastu ferð.
Vit brøðurnir takka tær fyri alt, sum tú vart fyri okk­um og familjur okkara.
Hvíl í friði, góði Gubbi.
--------------------
Dánjal, Heini, Árni og Sigtór