Ein sera markantur dómur

Eyðfinnur Jacobsen, advokatur við servitan innan skattarætt, heldur talan vera um sera markantan dóm í Hægstarætti í dag

 

Partaeigararnir í P/F Vinnan skulu gjalda vinningsbýtisskatt av tí, sum teir fingu burtur úr handli við partabrøvum, sum teir seldu til sín sjálvs. Tað er í stuttum niðurstøðan hjá Hægstarætti, sum í morgun fríkendi Taks fyri øllum ákærum í stóra málinum um sonevnt krógvað vinningsbýti av teimum 152,5 mió kr., sum konstrueraði handilin av virðisbrøvum innibar.

 

Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, hevur drúgvar royndir og stóra vitan innan skattarætt, og hann heldur dómin í dag vera sera markantan, sum hann málber seg.

 

- Fyrst og fremst, so er dómurin ógvuliga avgjørdur, tá allir fimm hægstarættardómararnir vóru av somu áskoðan, sigur Eyðfinnur.

 

- Í úrskurðinum verður staðfest, at her er í veruleikanum talan um útlutan og ikki um vinning, sum er íkomin við sølu av partabrøvum.

 

- Hetta verður grundgivið við at siga, at her er einki handilsligt farið fram. Sjálv sølan, sum er gjørd millum tvey feløg, er einvíst konstruerað við skattafrælsi fyri eygað, og tí siga dómararnir, at talan altso var um vinningsbýti, sigur Eyðfinnur Jacobsen.

 

- Endamálið við lógini var eisini, at útlutan av vinningsbýti ikki skuldi skattast, so leingi sum peningurin var í umferð í vinnuni, men at skattur av vinningsbýti skuldi gjaldast, tá privatpersónar fingu pengarnar. Her staðfesti landsrætturin so, at ætlanin við lógini var púrasta greið, og at tað atlitið skuldi viga meira enn at lógartekniskt bar til at konstruera ein slíkan handil, sigur Eyðfinnur Jacobsen.