Tað var ikki torført at lesa av, hvat Bill Justinussen helt um úrslitið av atkvøðugreiðsluni í tinginum í dag.
– Hetta var ein ósigur fyri Føroyar. Hetta brýtur ryggin í øllum teimum virðum og viðurskiftum, ið samfelag okkara hevur bygt á, segði Bill Justinussen, tá vit í tinginum spurdu hann um eina viðmerking.
Bill Justinussen sigur, at nakrir tingmenn eftir hansara tykki hava verið alt ov lættir at ávirka.
– Fleiri tingmenn hava latið seg boygt av aggressivum fólkum frá “JA-síðuni”, og hava ikki torað at staðið ímóti, heldur Bill Justinussen.
Bill Justinussen vísir á, at nakrir tingmenn hava handlað desperat, og ikki hava verið greiðir yvir, hvat tað er teir hava atkvøtt fyri.
– Tað er nakrir, sum hava misskilt hetta og atkvøtt fyri, bara fyri at fáa frið. Men hyggja vit at hinum Norðurlondunum, sum vit dáma so væl at samanbera okkum við, so vísir tað hjá teimum, at hetta uppskotið ikki gevur nakran frið, sigur Bill Justinussen.