Ein skaldsøga ið eisini kann brúkast sum kókibók

Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, sum hevur skriva bókina, og hetta er fyrsta bók hennara

 

Frí er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Hetta er ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogi.

 

Bókin, ið er skrivað sum skaldsøga, kann eisini brúkast sum ein  kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir. Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skriva bókina Frí.

 

Íblásturin hevur hon frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu - við grønmeti, fruktum, urtum og víni.

 

Á garðinum finna trý ættarlið gleðina við at skapa alt frá grundini. Aftrat ból og bita, bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.

 

Bókaframløgur verða á Sands Bókasavni mikukvøldið 29. oktober klokkan 19 og í HNJ - Gamli Bókhandil - hósdagin 30. oktober klokkan 16.30.

 

Aðrar framløgur, sum verða av bókini, verða á Fiskastykkinum í Sandavági leygardagin 1. november klokkan 12, á Testovuni Marin Malena á Biskupsstøðgarði í Klaksvík sunnudagin 2. november klokkan 16, á Seglloftinum á Tvøroyri 3. november klokkan 16.30 - og í býráðshúsunum í Norðragøtu 5. november klokkan 19.