Um vit hava ráð til Suðuroyartunnilin ella ikki, fáa vit at síggja, tá tilboðini einaferð koma inn. Tað hevði verið deiligt, og eg hopi tað. Men tað fer tíðin at vísa.
Men her og nú hava vit skyldu til at gera kanningararbeiðið til lítar. Og sjálvandi skulu vit projektera ta bestu linjuføringina, so samfelagsnyttan verður optimal. Tað sær tíverri ikki út til at fara at eydnast.
Tá løgmaður í vár royndi at trýsta Skarvaneslinjuføringina hjá tunnilsfelagnum ígjøgnum løgtingið, mátti hann ásanna, at málið ikki hevði neyðugu undirtøkuna.
Orsøkin var tann einfalda, at alternativa linjuføringin vestan fyri Sands bygd, sum tekur Skúvoynna við, eftir øllum at døma er munandi betri.
Hon er ikki bara betri fyri Suðuroynna, ið fær eina styttri farleið. Men eisini fyri Sandoynna, ið sleppur undan stórvegis árinum, og fyri Skúvoynna, ið fær eitt fyrsta floks samband. Alternativa linjuføringin er harumframt skjótari at bora og tryggari; bæði meðan borað verður, og tá tunnilin letur upp fyri ferðslu.
Alternativa linjuføringin er snøgt sagt betri fyri øll í Føroyum uttan tey sløku fimm promillini av Føroya fólki, sum búgva í eysturbygdunum á Sandoynni og so sjálvandi fyri Bakkafrost í Skálavík.
Og hetta var ivaleyst stóri trupulleikin í mai hjá løgmansskrivstovuni og tunnilsfelagnum. Tí tað slapst ikki uttan um alternativu linjuføringina.
Tá tað gjørdist greitt, tók løgmaður orðið og lovaði at kanna alternativu linjuføringina gjølla, áðrenn málið bleiv borið aftur í løgtingið.
Hetta tóktiskt bæði skilagott, semjusøkjandi og enntá eyðmjúkt.
Men nú bendir alt á, at hetta bara var ein útspekuleraður leikur í einum longum talvi. Tí avgerðin um Skarvanes er langt síðan tikin, á einum hægri stað, og hon skal eyðsæð ikki broytast. Tíðin skuldi bara brúkast til at reka løgtingslimir í rætt.
Tí ístaðin fyri at fáa onkran óheftan at kanna alternativu leiðina, so gjørdi løgmaður ikki mætari enn at biðja tunnilsfelagið sjálvt gera kanningarnar.
Tunnilsfelagið, sum m.a. segði, at Skúvoy var ómøguligt, og sum hevur start seg so blint á Skarvanes, at tað ætlaði at beina alla Suðuroyarferðsluna upp á Traðarhamar. Sum, í sær sjálvum, átti at diskvalifiserað tunnilsfelagið.
Men løgmaður setti revin at ansa eftir hønunum. Og úrslitið er sjón fyri søgn.
Tunnilsfelagið og tess ráðgevar hava nú málað eina mynd, í einum sokallaðum avgerðarskjali, har alternativa linjuføringin er blivin so óátilig sum yvirhøvur gjørligt.
Tey hava klínt nakrar hundrað milliónir uppá byggiplássið í Skúvoynni og longt bæði tunnil og byggitíð fyri alternativu linjuføringina. Og sum prikkur yvir i'ið eru ein fullkomuliga óviðkomandi nýggjur tunnil í Sandslíð og ein vegur til eysturbygdirnar á Sandoynni klínd uppá alternativu loysnina, sum annars ongantíð fer eystur um Sands bygd.
Og voila! Brádliga er alternativa linjuføringin versnað so mikið á pappírinum, at tað er eitt spæl at reka løgtingslimir í rætt.
Og so er tað freistin!
Hetta er sjálvandi eisini eitt tilboð, sum aldrin kemur aftur. Tað er nú ella ongantíð. Fimm dagar! Take it or leave it!
Ja, soleiðis villleiðir mann sjálvasta parlamentið til at makka rætt.
“Hopp klapp og halleluja”, sum Carl Johan Jensen røddi á Doktaragrund á ólavsøku.











