- Sum formaður í Rithøvundafelag Føroya má eg siga, at hetta er ein skandala. Eg haldi at týðarin, Erik Skyum Nielsen, hevur sett føroyskar rithøvundar í eina keðiliga støðu, sigur Gunnar Hoydal til tíðindini um, at Oddvør Johansen ikki kemur uppá tal til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, tí týðarin ikki hevur klárað at halda tað hann hevur lovað.
Gunnar Hoydal veit ikki, um hetta fær nakrar avleiðingar, men málið verður tikið upp á fundi í Rithøvundafelagnum.
Í føroysku nevndini, ið innstillar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, sita Turið Sigurðardóttir, Jógvan Isaksen og Ebba Hentze.
Á einari vánaligari telefonlinju fingu vit tó stutta viðmerking frá Jógvani Isaksen í Keypmannahavn, ið segði, at tey í nevndini langt síðani hevdu fyrireikað seg og enntá høvdu ferðaseðlar og rúm á gistingarhúsi til reiðar. Men Jógvan kundi bert staðfesta, at týðarin hevði ikki megnað sína uppgávu.
Ebba Hentze staðfestir, at týðarin hevur átikið sær eina uppgávu, hann ikki megnaði, og at hann ikki boðaði frá hesum í góðari tíð. Hon hevur tó í faxi fingið at vita, at bókin hjá Oddvør ístaðin verður í uppskoti til virðislønina komandi ár.
Týdd
Tað var í desember í fjør, at tað kom fram, at Oddvør Johansen var í uppskoti til virðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri bókina ?Í morgin er aftur ein dagur.
Men hetta verður nú av ongum, tí týðarin ikki hevur megnað at gera týðingina, áðrenn tíðarfreistina.
Oddvør gav fyrstu bók sína út fyri 17 árum síðani. Tað var bókin ?Lívsins summar?., ið er týdd til svenskt og danskt. Oddvør hevur fingið M.A. Jacobsens virðisløn og Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs.
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er 350.000 krónur, umframt stóra heiðurin. Um eina góða viku verður gjørt av, hvør fær virðislønina, ið verður latin 6. mars.
Oddvør hevur verið í uppskoti millum tólv høvundar úr hinum Norðurlondum.
Hini ellivu, sum eru í uppskoti til Norðurlendsku
Bókmentavirðislønina næsta ár, eru úr øllum Norðurlondum.Yrkjarin Henrik Nordbrandt fyri yrkingasavnið "Drømmebroer", sum kom út í fjør, og høvundurin Thomas Boberg fyri essaysavnið "Americas. Rejseminder", sum er komið í ár. Báðir eru úr Danmark. Úr Finlandi eru høvundurin Paavo Rintala og yrkjarin Peter Sandelin í uppskoti fyri ávikavist skaldsøguna "Faustus" og yrkingasavnið "Tysnader, ljus". Skaldsøgan er frá 1996 og yrkingasavnið frá í fjør. Íslendingurin Guðbergur Bergsson er í uppskoti fyri skaldsøgurnar "Faðir og móðir og dulmagn bernskunnar" og "Eins og steinn sem hafið fágar". Kristín Ómarsdóttir, somuleiðis úr Íslandi, er í uppskoti fyri skaldsøguna "Elskan mín ég dey", sum kom út í 1997.Tveir norðmenn eru í uppskoti. Teir eru Frode Grytten og Georg Johannesen fyri ávikavist skaldsøguna "Bikubesong", sum er komin í ár og yrkingasavnið "Ars vivendi", sum somuleiðis er komið í ár. Úr Svøríki eru eisini tvey í uppskoti, Katarina Frostenson fyri yrkingasavnið "Korallen" og Beate Grimsrud fyr skaldsøguna "Jag smyger forbi en yxa". Báðar bøkurnar eru komnar í ár. Grønlendingurin Jørgen Fleischer er í uppskoti fyri
"Seeredaaq og de andre", sum er eitt frábrigdi av upprunaútgávuni "Seeredaaq allalu".