Ein skemdargerð móti føroysku fólkaheilsuni

Skal lív haldast í privatum flutningsfeløgum við at lata tey selja bíligt tubbak?

Í fleiri ártíggir hava heilsumynduleikar og heilsustarvsfólk stríðst fyri at steðga tubbakkinum. Eftir tógvið stríð er tað eydnast at fáa aldurin fyri at keypa upp á 18 ár og at hækka prísin; og øll vóna, at hetta fer at fáa tubbaksnýtsluna at minka.

Men eitt haft hevur øll árini verið um beinini á fyribyrgingarfólkunum: eitt "hol" í lógini, sum loyvir ferðafólki at hava toll- og avgjaldsfrítt tubbak við til landið. Hetta undantak frá tolllógini varð upprunaliga gjørt fyri at hjálpa flutningsfeløgunum fíggjarliga, og tað var í tí tíðini, áðrenn vit vistu, hvussu óhugnaliga vandamikið tubbakkið er fyri lív og heilsu.

Tað var tí eitt gleðiligt framstig og nýggjur hugburður, at Karsten Hansen setti sær fyri at typpa hetta holið. Hví skulu tey, sum ferðast "previligerast" við bíligum tubbaki, meðan tey, sum keypa vøruna á landi, skulu gjalda fullan kostnað? Hetta er eitt sera óheppið og avoldað prinsipp og, tá tað snýr seg um tubbak, eisini heilsuskaðiligt.

At landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú í síðstu løtu hevur latið seg kroysta av nøkrum tubbaksforsprákarum í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, er eitt álvarsligt bakkast fyri føroysku fólkaheilsuna. Teir áttu allir at skammast.

Samstundis grenja politikarar í løgtingi og landsstýri um, at heilsuverkið kostar ov nógv og, at tey ikki halda játtanina á fíggjarlógini.