- Ein skylda hjá Føroyum at kanna hetta

 
Norðuratlantsbólkurin hevði boðið fleiri stovnum við á fundin í Nóatúni fyrrapartin, har kanningin Føroyingar í Danmark varð løgd fram. Teirra millum vóru umboð frá Vinnuhúsinum, Hagstovuni, Stuðulsstovninum, Menningarstovuni og Fróðskaparsetrinum.
Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, sigur stutt við Sosialin, at Føroyar hava eina skyldu at kanna hesi viðurskiftini, og at hetta er áhugavert, av tí at tølini koma frá starvsbrøðrunum hjá teimum á Dansk Statistik.
Hann vísir á, í roynd er talan um tvinnar bólkar av fólki, nevniliga tey, sum búgva niðri og ikki ætla at koma heimaftur, og tey, sum ætla heimaftur. Har er áhugavert at kanna støðuna hjá teimum, júst eru farin niður til Danmarkar, og ikki ætla sær heimaftur, tí sum so eru tey bara farin yvir um markið í skúla ella aðrastaðni.
Hinvegin er hvørt land ein kassi, sum Hermann tekur til, og tí er avmarkað, hvat júst hagfrøðingar sum fakfólk hava áhuga í, men sum nevnt eiga Føroyar sambært honum at fokusera á hesi viðurskifti.