Óforsvarlig koyring
Løgreglan í Havn koyrdi leygarnáttina eftir einum bili, sum koyrdi óforsvarliga í óbygdum øki á Kollafjarðarleiðini.
Løgreglan í Havn upplýsir, at maðurin, sum løgreglan upprunaliga jagstraði, hann koyrdi so mikið skjótt, at hann slapp.
Men Løgreglan fekk ein annan ístaðin, sum, eisini koyrdi alt ov skjótt. Løgreglan sigur, at hann koyrdi minst 140 kilometrar um tíman og hann stendur sostatt til at missa kortið.