Ein sneis við góðum upplivingum

Eitt serligt 20 ára skeið er endað í føroyskum fótbólti. Harley Bertholdsen sum hevur spælt við besta liðnum hjá KÍ, árini 1988-2008, fer ikki at tørna út fyri besta liðið hjá KÍ aftur.

Skrivarin hevur leitað sær norður til hølini hjá Sosialinum og Rás2 í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík. Stutt aftaná eg havi sett meg inn í skrivstovuna, trínur ein høgur og rankur maður innar í hølini. Ikki sæst á honum, at hann skjótt fer um tey 40 árini, og at hann hevur verið partur av besta liðnum hjá KÍ í samfull 20 ár. Maðurin er blíður og fyrikomandi sum altíð. Dygdir sum røkka langt í dagliga lívinum, og eisini tá ein skal selja dygdargóða máling. Fyrsti spurningurin til Harley Bertholdsen, er sjálvsagt hví hann hevur valt at gevast á besta liðnum hjá KÍ? Harley er ivaleysur í svari sínum: - Nú er man komin upp í árini, tað er ikki tí skaðar arga, men eg havi bara valt at gevast. Aldurin spælir eisini inn. Harley fer skjótt um tey 40, og sum hann sigur við egnum orðum: - Tað er sjálvsagt lættari at siga, at ein er í 30-unum, enn at siga, at ein er 40 ár. Harley viðgongur, at tað kridlar eitt sindur í honum, tá hann koyrir framvið Injector Arena á Djúpumýru: - Talan er um eitt gott umhvørvið, og ein treivst væl í hasum umhvørvinum. Onkuntíð fer ein at ynska seg aftur, serliga summarkvøldini. Barlastin, sum Harley hevur fingið, sum ítróttarmaður hevur eisini hjálpt handilsmanninum Harley: - Ein lærir, at ein skal ongantíð geva upp. Harley hevur bygt sær eitt stórt kontaktnett, við at hava spælt í bestu fótbóltsdeildini í 20 ár: - Eg vil siga, at ein hevur fingið nógvar vinir ígjøgnum fótbóltin. Tá fólk koma inn í handilin hjá Harley, sum eitur ”Norðoya Litbúð” er tað ofta so, at fólk hava hug at beina prátið inn á fótbólt: - Eg royni at gera tað handilsliga liðugt fyrst, áðrenn prátið kemur inn á fótbóltin. Men Harley undirstrikar, at hann hevur havt nógv góð fótbóltsprát inni í handlinum.

 

Byrjaði 8 ára gamal

 

Harley var 8 ára gamal, tá hann byrjaði at spæla pinkulingafótbólt, sum tað var nevnt í 1970-unum. Tá í tíðini byrjaðu kappingarnar ikki fyrr enn í piltadeildini, tá ein var 10 ára gamal. Árgangurin hjá Harley er 1969. Sami árgangur sum legendan Kurt Mørkerø, og tann eisini væl kendi málverjin, John William Joensen, sum hevur verið so beinasamur at læna okkum myndir til hesa greinina. Áhugin í skúlaflokkinum hjá Harley fyri fótbólti var stórur, og var tað eisini ein avgerandi faktorur fyri, at Harley sjálvur fekk so stóran áhuga fyri fótbólti. Tá í tíðini vóru eisini nógv býlingalið í Klaksvík, og høvdu Harley og hinir dreingirnir úti á Bumshamri eisini sítt býlingalið. Teir vóru eisini nógv í Víkunum og spældu fótbólt. Tá var ikki so nógv gjørt við innandura fótbóltin, tá Harley var smádrongur, men hendinga innandura kappingar vóru, sum Harley tók lut í. Slíkt var ikki so væl skipað, sum í dag.

 

Tríggir KÍ-brøður

 

Yngru brøðurnir hjá Harley, Eddie og David hava eisini tørnað út fyri KÍ: - Vit vóru stuðlaðir til at spæla fótbólt, og foreldrini vístu okkum altíð áhuga, og tey fylgdu væl við okkum upp gjøgnum fótbóltsdeildirnar. Foreldrini, Malena og serliga Kristian hava verið at síggja millum stuðlarnar hjá KÍ, og hevur Kristian eisini ferðast nógv til útidystirnar hjá KÍ. Harley heldur, at Eddie og David góvust ov tíðliga at spæla fótbólt á høgum støði. Miðlingurin, Eddie gavst at spæla fótbólt, tá hann var mitt í 20-árunum. David hevur verið sjómaður, og hevur tí ongantíð gjørt so nógv við fótbóltin, sum evnini hava rokkið til. Millum túrarnar hjá Skálaberg, hevur David tó gjørt vart við seg á 2. liði hjá KÍ. David slapp at royna seg á 1. liði í einum ólavsøkudysti. Um miðlingin sigur KÍ-veteranurin: - Eddie var kanska tann tekniskt besti av okkum trimum, og tann besti spælarin av okkum. Harley er ivaleysur í hesi metingini.

 

Góður árgangur

 

Fyrstu ferð Harley gjørdist Føroyameistari var í smádreingjadeildini í 1982. Teir møttu HB í finaluni. Aftaná tveir dystir og umdyst var framvegis javnt, og farast mátti til brotssparkskapping, sum Harley og liðfelagarnir vunnu aftaná, at liðini høvdu tikið 9 brotsspørk í part. Millum mótstøðumennirnar í HB, var verjulegendan, Jan Dam, Bjarni Mikkelsen og Ivan Weihe, sum var eitt stórt talent hjá HB. Harley vann aftur FM við smádreingjaliðnum hjá KÍ í 1983. Tað gjørdist ikki so dramatiskt hetta árið. Harley og liðfelagarnir vunnu kappingina við einari málúrtøku uppá 144-0. Finalurnar ímóti LÍF vunnu teir samanlagt við 18-0. Harley plagar ikki at taka ógvusliga til orðanna, men hann er ivaleysur í, at tað er eitt met, sum ikki verður tikið. Umframt John William og Kurt Mørkerø, so var m.a. Jákup Mikkelsen á liðnum tá. Tá var hann útispælari. Harley dámar betri skipanina í yngru deildunum í dag, at javnbjóðis mótstøðulið møtast. Ov stóru ójavni var millum liðini í yngru deildunum fyrr. Liðið hjá Harley var eisini sterkt í dreingjadeildini, men tá mistu teir eitt FM-heitið, orsaka av einum skriviborðsfeili. Tað vóru rættiliga nógvir av teimum í 1980-unum, men tað er eisini bøtt uppá hetta í føroyskum fótbólti. Nú fáa feløgini bótt fyri slíkar feilir. Tá komið var upp til unglingaárini, vóru fleiri dragnaðir frá liðnum, so árgangurin gjørdist ikki so sterkur í unglingadeildini. Tá Harley var 17 ár kom tann fyrsti graslíkisvøllurin í Føroyum. Ì 1988 varð graslíkið lagt á vøllin í Klaksvík, og meðan arbeiðið var í gongd, fóru Harley og liðfelagarnir til Fuglafjarðar, fyri at venja á tí nýggja graslíkisvøllinum í Fuglafirði.

 

Á besta liðið í 1988

 

Harley fekk sína debut á fremsta liðnum hjá KÍ í 1988, og var hetta árið tá KÍ bjargaði sær tilveruna í 1. deild í tí allarseinasta seinasta dystinum í kappingarárinum, sum var ímóti NSÍ. NSÍ rakti yvirleggjaran stutt áðrenn leiklok, og stóð á gomlum nøglum hetta árið: - Vit komu skeivt frá byrjan, tí vøllurin ikki var liðugur í Klaksvík. Og nógv av venjingini, var bara renning á vegunum. Av tí, at vit komu so illa frá byrjan, so hingu vit í botninum alt kappingarárið. Men ungir og góðir spælarar komu inn í hópin komandi árið, og KÍ hevði nú ein vøll, har spælandi var næstan alt árið. Og longu í 1990 fór veruliga at bragda. Saman við liðfeløgunum vann Harley ein knúsandi 6-1 sigur á GÍ í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Sigurin hevði ovurhonds stóran týdning fyri KÍ og allar Norðoyggjar. Tí talan var um fyrsta heitið, sum KÌ vann í bestu mansdeildini í 18 ár, og var fagnaðurin stórur, tá teir komu í land við Ternuni, tá hon legði at í Klaksvík.

 

Vunnu FM í 1991

 

Fagnaðurin gjørdist ikki minni í 1991, tá tað aftaná eina bíðitíð uppá 19 ár, eydnaðist KÍ at vinna FM-heitið aftur. Harley var tó ikki við KÍ frá kappingarbyrjan. Várið 1991 var Harley á einum kristnum málskúla í Bournemouth í Suður-Onglandi. Heimafturkomin seinast í mai, fór Harley at venja við KÍ-hópinum. Harley spældi við 2. deild fyrstu dystirnar, men stutt tíð gekk, so bleiv Harley partur av 1. deildarliðnum hjá KÍ. B36 var á odda í byrjanini av kappingini, men so meldaði KÍ seg uppí gullstríðið við at vinna 3-0 á B36 í Gundadali: - Eg minnist, at vit vunnu 7 dystir á rað. Talan var ikki um nakrar stórsigrar. Tað bleiv togað í land við 2-1 sigrum og 1-0 sigrum, men tað eydnaðist so at vinna, meðan B36 meir at kalla steðgaði upp. Tað kundu vit so gera okkum dælt av. Vit vunnu 3-0 á B36 her norðuri, og løgdu okkum á odda tá. So upprann síðsti leikdagurin í Sarpugerði í Norðragøtu. Júst sama leikvøllin, har KÍ misti meistaraheitið í 1983 úr hondum í einum 1-5 tapi ímóti GÍ, og júst í líknandi illveðri. KÍ tapti aftur, hesaferð 1-2. Allir leikarar og viðhaldsfólk kundu kortini stórfegnast, tí núverandi løgmaðurin, táverandi HB-málverjin, Kaj Leo Johannesen hevði nakrar fepurbjargingar í Gundadali, sum forðaðu B36 í at vinna og fara avstað við FM-heitinum. Harley viðgongur, at teir sendu Kaj Leo nógvar penar tankar tá. Lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at 15 ár seinni, ein stormfullan heystardag á Mølini á Eiði spældi KÍ meistaraheitið í hendurnar á HB, við at vinna 1-0 á EB/Streymi. Soleiðis verður alt útjavnað við árunum. Um 1991-liðið sigur Harley: - Vit vóru ungir og svangir, og vit vildu vinna, og vit høvdu eitt sera gott samanhald á liðnum. Har vóru nógvir góðir spælarar, og vit fungeraðu eisini væl, sum eitt lið. Undirstrikar Harley. Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen, sum vóru partur av liðnum gjørdust seinni danmarksmeistarar.

 

Fekk leikbann

 

Men tað er ikki bara FM-heitið, sum Harley kann seta í samband við 1991. Hóast Harley er góðsligari, enn tey flestu, so gjørdist tiltikna bikarið eisini ov fult hjá honum. Fáar dystir undan kappingarloki hevði KÍ útidyst ímóti B68 á Toftum. Her hendi tað ótrúliga. Harley varð vístur av vøllinum! – Ja tað er ein hending, sum eg ofta verið mintur á, og helst vil gloyma. Eg minnist at talan var um ein ógvuliga javnan dyst. Vit stríddust við teir, teir vóru likamliga sterkir, og væl fyri, so vit komu ikki til nakrar málmøguleikar, og kanska var tað orsøkin, sum gav mær órógv í sinnið. Eg leyp so framav, og hevndi meg inn á ein av teimum útlendsku spælarunum hjá B68. Harley er fattur tá hann greiðir frá hendingini. Hendingin var víst í ítróttarsendingini í sjónvarpinum, og fekk nógva umtalu í fjølmiðlunum og millum manna. Harley stóð til at fáa karantenu í 2 leikdagar, men tá saman um kom, fekk hann leikbann í ein dag. Boðini komu rættiliga knappliga frá Peturi Mohr, sum var venjari hjá KÍ tá, at hann kundi spæla, longu aftaná leikbann í ein dag.

 

Spennandi í 90-unum

 

Hjá Harley var tað sera spennandi at verða partur av hópinum hjá KÍ í 1990-unum. Í 1992 fingu teir eina spennandi evropeiska avbjóðing, tá teir spældu Evropa Cup ímóti lettiska liðnum, Skonto Riga. Skonto vann 3-0 í Lettlandi, og 3-1 á Svangaskarði. Olgar Danielsen skoraði fyri KÍ. Í 1996 hevði KÍ eisini eitt gott lið, sum vann báðar dystirnar ímóti fremsta kappingarneytanum, GÍ. Men tá alt var liðugt, hevði GÍ ein málmun, sum var eitt mál betri, enn tann hjá KÍ. Í 1999 var Tony Paris venjari hjá KÍ, og hetta árið eydnaðist tað KÍ at vinna greipuna, og var eisini talan um eina fantastiska uppliving fyri Harley. Harley hevur eisini verið í Ungarn, í Ísrael og í Noregi við KÍ í samband við Evropa Cup. Aftaná aldarskiftið hevur tað ikki verið so spennandi, men Harley hevur so verið við til at halda KÍ í bestu deildini. Harley fekk 5 landsdystir á føroyska A-landsliðnum, men hann beit seg ongantíð fastan. Harley spældi sín fyrsta landsdyst á Ullevaal í Oslo, tá Føroyar tapti 2-0 í einum venjingardysti ímóti Noregi. Harley er ógvuliga sjálvkritiskur um orsøkina til, at tað ikki bleiv til meira enn 5 landsdystir: - Eg haldi, at eg havi verið ov veikur. Eg havi ikki verið ein nóg sterkur spælari. Og tað krevur meir á grasi. Men eg hevði eina fantastiska góða tíð við landsliðshópinum. Eg var við hópinum til EM-undankappingina 1994-1995. Har var gott samanhald, og ein upplivdi nógv. M.a. í Russlandi, sum var sera áhugavert. Ein kom víða við landsliðnum. Men næstu undankappingina fekk Harley ikki tíðina at ganga upp við sínum arbeiði, og valdi hann at gevast at satsa uppá landsliðið.

 

Tiltikni dysturin ímóti MB

 

Spurdur um hvat hæddarpunktið hevur verið hesi 20 árini við besta liðnum hjá KÍ, er Harley ivaleysur: - Tað hevur verið at vinna Føroyameistaraheitið og steypakappingina. Men Harley vil kortini draga ein tiltiknan dyst ímóti MB, sum var spældur kappingarárið í 1990 fram. – Hetta var tá John Kramer var venjari. Vit møttu MB á heimavølli, og vóru aftanfyri 0-3 í hálvleikinum. 2. Hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so vóru vit aftanfyri 0-4. Men tá saman um kom vunnu vit 6-5, tað var ein fantastiskur dagur. Øll tustu inn á vøllin aftaná, tá dysturin var liðugur. Tiltikna útvarpingin hjá Magna Arge frá hesum dystinum, er onkuntíð løgd undir geislan, tá Harley og liðfelagarnar skulu minnast aftur á farin avrik. Enn hevur Harley ikki tikið støðu til, um hann fer at verða ungdómsvenjari, ella um hann fer at hava ein annan leiklut í KÍ. Harley er tó fullvísur í, at hann verður at finna millum áskoðarnarnar hjá KÍ á Injector Arena í framtíðini. Fáum er unt at spæla í bestu deildini í 20 ár. Tað er Harley væl unt, sum nú hevur takkað fyri seg. Miðlahúsið takkar Harley Bertholdsen fyri tíðina.