Í farnu viku var Marita Petersen, sett sum stjóri á nýggja Sernámsdeplinum.
Hóast hon í nøkur ár hevur verið virkin innan politiska arbeiðið, so hevur hon við síðuna av tingarbeiðinum, verið undirvísingarleiðari á sernámsfrøðiligu ráðgevingini, fyri Landsskúlasitingina.
Ein samanlegging av sernámsfrøðiliga virkseminum undir Landsskúlafyrisitingini og Skúlanum á Trøðni, er farin fram. Tað er hesin stovnur, sum nú er Sernámsdepilin.
- Tað er av stórum týdningi at leggja saman, fyri at veita betri tænastu, men eisini fyri at nýta peningin og starvsfólkini betur, sigur Marita Petersen.
Stovnur við fjøltáttaðum innihaldi
Eini 60 starvsfólk arbeiða innan Sernámsdepilin,sum hevur fjøltáttaða innihald.
Her er skúladeild, tali- og hoyrideild, skúlapsykologisk ráðgeving og barnagarður, har nøkur børn eru fasta tíð, umframt børn, sum koma til eygleiðingar og kanningar, og síðani fáa vegleiðing og ráðgeving.
Annar partur av arbeiðinum verður at hava samstarv við skúlaverkið, skúlaleiðslur í fólkaskúlanum og serundirvísingslærarar kring landið.
Í hesum partinum liggur eisini at hava samstarv við dagstovnar, heilsusystrarnar, Almannastovuna og Landssjúkrahúsið.
- Sernámsdepilin skal vera staðið, har fólk, sum arbeiða við børnum, ið hava serligan tørv, fáa ráð og leiðbeining og verða stimbrað til framhaldandi arbeiði.
Positivt, men
slítandi arbeiði
- Hóast tað er ógvuliga positivt og áhugavert at arbeiða við brekaðum børnum, so er tað samstundis slítandi. Hesi starvsfólk hava oftari brúk fyri at verða stimbrað, enn onnur, fyri síðani at fara aftur til verka, sigur Marita Petersen.
Hon sigur annars, at brúkarin í fyrstuni ikki fer at merkja tær stóru broytingarnar beinanvegin, av tí at hetta skúlaárið longu var planlagt í fjør.
- Nú hava vit møguleika at gera broytingar næsta skúlaár, sum byrjar eftir summarfrítíðina.
- Hóast tað er rættiliga tengt at fíggjarligu orkuni. so verður kortini játtað nakað av peningi til økið, sigur Marita Petersen.
Avsettar eru 14 mió. krónur til depilin í 1998, og tað sama til vriksemið í fólkaskúlanum.
Stovnurin hevur fleiri væl kvalifiserað starvsfólk, men tørvur er á psykologum.
Tørvur á skúlapsykologum
Serliga merkja tey tað á sálarfrøðiliga økinum. Bert ein skúlapsykologur, umframt stjóran og deildarleiðaran, er virkin á stovninum.
- Samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, so skuldu vit hava einar átta - 10 psykologar í starvi, sigur Marita Petersen.
Hon vit tó seta sær sum mál, at fáa fýra skúlapsykologar í starv á deplinum.
- Kundi tað latið seg gjørt, so kundu vit veitt rímiliga góða ráðgeving og vegleiðing.
Sernámsdepilin er til fyri at hjálpa børnum og foreldrum sum hava serligan tørv. Umframt tað skal stovnurin stuðla og stimbra starvsfólk, lærarar og pedagogar, sum arbeiða við serundirvísing og á øðrum økjum, har serlig undirvísing er neyðug.
- Her haltar skipanin tíverri, og tí vil eg seta mær sum fremsta mál at veita betri psykologiska og pedagogiska tænastu, sigur Marita Petersen og skoytir uppí, at her verður neyðugt við fólki, ið hevur hesar útbúgvingar.
Avmarkaðar møguleikar í løtuni
Beint nú eru tað tveir lutir, sumspennna bein fyri hesi ætlan. Ein er at játtanin er rættiliga avmarkað, og hin er at stovnurin er bundin av gomlu skipanini, sum skal fáa upp á pláss.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum eg havi havt áhuga fyri og hugsað um í fleiri ár, sigur Marita Petersen.
Tað, sum ger meg bjartskygda er, at vit hava nógv, góð starvsfólk, sum gera tað møguligt at menna stovnin, sigur Marita Petersen.
-Tað, at tú hevur átikið tær hetta starvið, merkir tað, at tú gevst í politikki?
- Eg havi ikki tikið støðu til framtíðar politiska virksemið mítt. Val verður helst í fyrru helt av árinum, og tá fari eg at taka støðu til málið, sigur Marita Petersen.