Sum liður í at betra um fortreytirnar hjá føroyska landsliðnum at virka í hesaferð, hevur Tryggingarfelagið gjørt stuðulsavtalu við FSF. Ein avtala, sum inniber, at landsliðið nú hevur fingið navnframa Lars Høgh at hjálpa til við málmansvenjingini.
Stórur stuðul
Tað er sjálvandi avmarkað, hvussu nógv ein málmansvenjari kann avrika teir fáu dagarnar um árið, sum landsliðið er savnað. Men spyrt tú føryosku málverjarnar, so er eingin ivi um, at hetta er eitt risa framstig fyri teirra fyrireikingar, sum nú er hent.
- Tað er altíð stuttligt og læruríkt at fáa nýggj hugskot, og tá talan er um ein mann sum Lars Høgh, so er tað veruliga nakað, sum tú tekur til tín, sigur Jákup Mikkelsen, ið saman við Jens Martini Knudsen kappast um føroyska málverjasessin.
- Maðurin hevur jú verið eitt ótrúligt fyridømi sum ítróttarmaður. Hann var í tvey tíggjuára-skeið millum teir allar bestu í Danmark, og í hugburið og atferð hevur hann altíð verið fyrimyndarligur.
- Og so er hann eisini ótrúliga positivur. Hann ger kanska ikki so nógv um seg, men tá hann sigur nakað, so er tað altíð væl umhugsað, soleiðis at tú fært nakað burtur úr tí, sum sagt verður.
Eitt er tó, at talan er um ein dugnaligan mann, sum Føroyar við hesum hava fingið. Annað er so spurningurin, hvat hann kann læra føroysku málverjarnar innan eina vikku, soleiðis at nakað ítøkiligt úrslit fæst alt fyri eitt:
- Tað er sjálvandi ikki so, at hann kann læra okkum nakað nýtt. Men hann hevur longu víst á onkrar einstakar detaljur, sum vit framyvir kunnu arbeiða meira við, og í so máta kann tað geva okkum sera nógv, heldur Jákup.
- Tosar tú um her og nú, so er tað kanska meira á sálarliga økinum, at hann kann verða ein styrkur. Bara tað at hava ein slíkan mann aftan fyri seg er eitt ordiligt psykoligiskt lyft, og tað kann so bara vera við til at styrkja um møguleikan at halda nullið, sum jú altíð má vera endamálið hjá einum málverja, sigur Jákup Mikkelsen at enda.