Ein stórur dagur

? Hetta er nakað, vit hava stríðst fyri í fimm ár, sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Skúlaskapur


? Tað var ein stórur dagur fyri okkum, tá ið undirvísingin byrjaði á nýggja almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri mánamorgunin.

? Tað sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Heilsuhjálparafelagiðer tað, sum fyrr nevndist Heimahjálparafelag Føroya. Men á aðalfundinum seinast varð gjørt av at broyta navnið á felagnum til Heilsuhjálparafelag Føroya.

Ása Olsen sigur, at nýggi almanna- og heilsuskúlin er eitt mál, sum felagið hevur arbeitt fyri síðani 1996.

?Tí eru við ómetaligar fegnar um, at skúlin nú loksins er veruleiki. Tað er, sum at nú síggja vit endiliga eitt úrslit av tí, sum sum hevur verið okkara hjartamál hesi seinastu fimm árini.


Ein tungur burður

Men tað skerst ikki burtur, at almanna - og heilsuskúlin hevur verið ein tungur burður.

? Hvussu strilti, tað hevur verið at fáa skúlan settan á stovn, kann best lýsast við, at Torbjørn Jacobsen er níggjundi landsstýrismaður, sum hevur havt málið undir hond við tí í hyggju at seta skúlan á stovn.

?Vit hava stríðst fyri hesum skúlanum síðani í apríl í 1996. Tað er eisini fleiri ferðir komið so langt, at nú skuldi skúlin byrjað-men tað er hvørja ferð útsett. Skúlin hevur eisini ligið og rikist ímillum umsitingarnar, tí onkuntíð skuldi hann liggja undir Almanna -og heilsumálastýrinum og aðrar tíðir skuldi hann liggja undir Undirvísingar og mentamálastýrinum, so hann hevur verið ein kastibløka ímillum tey ymsu stýrini hjá landinum.

Einasta útbúgvingin, sum áður hevur staðið heimahjálparum í boðið, er eitt skeið uppá seks vikur.

? Men tað varð hildið uppat við tí í 1996, tí tá skuldi hesin skúlin byrjað. Síðani hevur ongin útbúgving verðið fyri heimahjálpir, fyrrenn nú.

Hon sigur, at hesin skúlin fer at uttan iva at lyfta heimahjálpina í Føroyum upp á eitt heilt annað støðið.

? Nú fáa heimahjálpirnar eina veruliga útbúgving um eldrarøkt og tað kann ikki annað enn síggjast aftur í heimarøktini og tað fer avgjørt at hava ein sera stóran týdning.


Ger tað sama

Tá ið tað í fjør varð gjørt av at leggja skúlan á Tvøroyri, elvdi tað til stóra mótstøðu og eisini Heimahjálparafelagið mutaði ímóti, at skúlin varð lagdur á Tvøroyri.

? Tað var ikki tí, at vit hava nakað ímóti, at skúlin er á Tvøroyri. Okkara mótstøða ímóti ætlanini at leggja skúlan á Tvøroyri, skal heldur síggjast í ljósinum av, at vit stúrdu fyri, at nú fór málið enn einaferð at detta niðurfyri, eins og tað varð dottið niðurfyri so mangan áður.

? Beint eftir at tað varð avgjørt, at skúlin skuldi leggjast á Tvøroyri høvdu vit fund við Torbjørn Jacobsen, og tá lovaði hann okkum, at hann skuldi ikki detta niðurfyri aftur.

?Hann hevur so hildið orð og tað kunnu vit bara takka honum fyri, sigur Ása Olsen.

Hon sigur, at tað ger tað sama, hvar í landinum, skúlin er, tí tað verður altíð onkur, sum skal ferðast til og frá.

Tvørturímóti heldur hon, at í hvussu so er, er ein stórur fyrimunur við at skúlin er á Tvøroyri. Og tað er, at Tvøroyrar Býráð hevur gjørt greitt, at barnaansing skal ikki vera ein trupulleiki fyri at nakar skal kunna koma á skúlan.

? Tað trygdina høvdu aðrar kommunur í landinum havt stórar trupulleikar at veitt teimum lesandi.

Ása Olsen vísir eisini á, at ein av næmingunum, sum byrjaði mánadagin, hevur eitt barn við, men at tað fekk ansingarpláss beinanvegin.

Hon heldur eisini, at Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at útvega høli og at gera tey ístand.