Ein stevna sum savnar fólkið

- Tað er sera umráðandi, at ársins fyrsta summarstevna framvegis skal hava ein savnandi leiklut, siga fyrireikararnir av Norðoyastevnuni – Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð. – Stevnan skal vera fyri øll.

Fyri nøkrum árum síðani var nógv tos um, hvørt tær ymisku summarstevnurnar høvdu sæð sínar bestu dagar, og at tær so líðandi fóru at hvørva.

Hesa avbjóðingina tóku tey í NFÍ til sín, og vildu líkasum laga stevnuna nakað, soleiðis at Norðoyastevnan aftur kundi koma til heiður og æru.

- Vit hava síðani 2010 arbeitt við at styrkja nakrar berandi bjálkar, sum leiðslan metir hava stóran týdning fyri stevnuna. Her er talan um setanina, midnáttarsamkomuna og fólkafundin, siga fyrireikararnir.

Hetta er bert ein partur av tí, sum hent er í so máta. Eitt serstakt tiltak í so máta er eisini skrúðgongan beint eftir kappróðurin frá Klaksvíkgarðinum og heim í Vágstún.

Nevndin í NFÍ hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at lova teimum lokalu listafólkunum, tónleikarunum, sjónleikarum og øðrum framat at vísa kynstur síni. 






Berandi bjálkar

Aðrastaðni á síðuni er greitt frá nøkrum av tí sum nevndin í NFÍ hevur arbeitt við, har nakrir berandi bjálkar verða við til at mynda stevnuna.

Setanin er í ár løgd til tiltak, sum Klaksvíkar talvfelag skipar fyri. Gunvá við Keldu, borgarstjóri skal seta Norðoyastevnuna í Vágstúni klokkan 18.30 har Klaksvíkar Hornorkestur kemur at spæla.

Klokkan 19 er útitelving á skránni í Vágstúni, har bestu unglingarnir hjá Klaksvíkar Talvfelag telva á stóra talvborðinum í Vágstúni og kappast um ferðasteyp.

Eisini verður skipað fyri simultantelving, har møguleiki verður at royna seg móti einum av sterkastu telvarunum í Føroyum.