Ein still og friðarlig nátt

- Higartil í morgun hava vit ongar fráboðanir fingið um møguligar blokadur í samband við verkfallið, sigur vaktleiðarin.

 

Hetta hevur verið eitt sera friðarligt samdøgur hjá løgregluni.

 

Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.

 

Spurdur, um tey hava fingið nakrar fráboðanir um møguligar blokadur í morgun, nú verkfall er, segði vaktleiðarin, at tað hava tey ikki.

 

- Okkara uppgáva er bara at ansa eftir, at alt gongur friðarliga fyri seg, um nakað tekur seg upp, sigur løgreglan í morgun.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at talan hevur verið um blokadur á Sundi í morgun.

 

In.fo hevur eisini frætt, at verkfalsvaktir skuldu møta á bryggjuni tíðliga í morgun, tá Norrøna kemur.