Ólavsøkufótbóltur: B71 og AB spæla á Tórsvølli

Ólavsøkuaftan verður 1. deildar fótbóltur á skránni. 

Hevur tú hug at hyggja at fótbólti ólavsøkuaftan, so eru ráð fyri tí. Tí tað verður nevniliga 1. deildar fótbóltur millum liðini B71 og AB.

 

Dysturin verður klokkan 19 á Tórsvølli.

 

Tað er B71, ið hevur heimavøll, men í samstarvi við AB hava feløgini valt at flyta dystin frá 3. august til ólavsøkuaftan – í Havn.

 

– “Heimaliðið” B71 og AB deilast um inntøkurnar og tí átti tað at vera lagamanni hjá argjafólki og sandoyingum, umframt øllum øðrum áhugaðum, ið skulu vera hjartaliga vælkomin, at møta í stórum skara at stuðla liðum sínum og/ella bara uppliva "slagið um fjørðin", ið vit vænta verður stak gott undirhald og sjálvandi eisini ein sera kærkomin inntøkukelda til raksturin av feløgunum báðum, ið er alneyðugur partur av øllum felagsskapum, siga stigtakararnir.

 

– Vit gleða okkum at síggja tykkum ólavsøkuaftan 28. juli, siga feløgini.

 

Tað kostar 100 krónur at síggja dystin.

 

##med2##

 

Eisini verður ein annar dystur í Gundadali klokkan 19. Tað verða legendur úr B36 og HB, sum bresta saman. Les meira um tað HER.