Hann byrjaði at lesa undir ringastu krepputíð. Eftir lokna útbúgving endaði hann í norsku oljuvinnuni. Somuleiðis hevur hann arbeitt fyri danska vindmyllurisan Vestas, donsk reiðarí og var eitt skifti í Grønlandi.
Fyri tveimum mánaðum síðan fekk Strandfaraskip Landsins nýggjan stjóra, og eitur hann Hilmar Eliasen. Hann hevur ein fullan ryggsekk við royndum, sum hann metir fara at koma Strandferðsluni og øllum Føroya fólki til góða.
– Søren Kierkegaard skrivar, at ein góður leiðari skal hava eyðmjúkleika at seta seg inn í ymsu veruleikarnar í einum stovni fyri síðani at seta hesar í ein størri samanhang. Soleiðis havi tað eisini, sigur havnarmaðurin Hilmar Eliasen, sum 1. juni tók við stjórastarvinum í Strandferðsluni, í samrøðu við Sosialin.
Talan er av um mann, ið hevur upplivað nógv ymiskt, har yrkisleiðin hevur ført hann til Norra, Grønlands, Danmark og Føroyar.
Hilmar fór sum 25 ára gamal niður til Keypmannahavnar at lesa í 1992.
– Eg byrjaði lesa mitt undir kreppuni, men eg merkti sum so onki til hana. Vit lesandi tá hoyrdu og lósu um hana í bløðunum, men okkara dagligdagur var ikki nakað serligt merktur av henni, sigur Hilmar, ið hevur lisið cand.merc.jur, ið er ein samanrenning millum búskap og løgfrøði á
Handilsháskúlanum í Keyp mannahavn, sum í dag kall ast CBS.
– Fimm ár seinni varð eg liðugur at lesa. Lestrartíðin var ein ótrúliga góð tíð, sum eg minnist gott afturá, men tað skal sigast, at eg altíð arbeiddi fram ímóti at koma skjótast gjørligt út á arbeiðsmarknaðin. Um eg skal koma við einum ráði til ung lesandi í dag, so eru tey at lata hugin dríva verkið. Men samstundis er tað týdning armikið at fylgja við, hvørjar vinnumøguleikar útbúgvingin kann veita.
Øvugt teimum flestu føroysku lesandi í Danmark valdi Hilmar at ikki gerast ein stórur partur av tí før oyska samfelagnum í Keypmannahavn.
– Eg havi altíð hildið, at man eigur at vera partur av tí samfelagi, sum man er staddur í. Úr skúlanum hevði eg tríggjar góðar danskar vinir, sum eg fylgdist nógv við og fór til fótbóltsdystir og annað saman við. Eg hevði tó samband við før oyingar, og var eg millum annað regluliga á møti í Kristnastovu úti á Amager fríggjakvøld, sigur Hilmar.
Hilmar møtti konu síni Pavlu í 1993, sum hann giftist við í 1995. Saman hava tey tríggjar dreingir, sum eru 17, 15 og 13 ára gamlir.
Lesið samrøðuna úr Sosialin VIÐ AT TRÝSTA HER