Tey, sum ætla at búseta seg í Havnini mugu ikki fella í fátt
- Hetta verður ein stór gleði fyri tey, sum seta búgv her.
Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráði.
Í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð einmælt at broyta byggiætlanina fyri Karlamagnusarbreyt soleiðis, at ístaðin fyri at vera vinnuøki, verður tann ovari parturin av gøtuni bústaðarøki við átta tvíhúsum, ella tilsamans 16 bústøðum.
Les eisini: Nú sleppa privat framat, sum var fyrr í morgun
Tróndur Sigurðsson sigur, at prísurin fyri stykkini er ikki endaliga avgreiddur enn, men hann hevur skilt, at hann verður heilt hampiligur, sum hann tekur til.
Jákup Dam sigur, at hetta er á stig á leiðini, men tað er neyðugt at býráðið leggur stóran dent á at útvega grundstykki, ikki bara í sjálvari Havnini, men ymsastaðni í kommununi.
Býráðið má leggja stóran dent á at útvega bústaðir, tí søkja fólk um grundstykki, og fáa at vita, at tey mugu bíða í fimm ella seks ár, er vandi fyri at tey fella í fátt og búseta seg onkra aðrastaðni, sigur hann.