Ein stórsigur til Víking og tveir sigrar til B36

Víkingur smurdi B36 av ígjár, men tapti fyrr í ár báðar dystirnar móti B36

B36 blivu flongdir av Víkingi í Sarpugerði ígjár.

 

Samlaða uppgerðin millum Víking og B36 í Betrideildini hetta kappingarárið vísir tveir sigrar til B36 og ein sigur til Víking.

 

Sostatt gjørdist samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum seks stig til B36 og trý stig til Víking.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 7-5 til Víking.

 

Víkingur-B36 0-3 (0-1) - 5. mars

 

B36-Víkingur 2-1 (1-1) - 4. juni

 

Víkingur-B36 6-0 (1-0) - 1. oktober

 

Kelda: FaroeSoccer