Ein stytt útgáva av einari longri frásøgn!

Til samferðslumálaráðharran og landsverkfrøðingin

 

Petur Dahl Nolsøe

Vágur

??????????????


Tað er í ordan, at skipið kemur at sigla 20-21 fjórðingar (gamalt var at siga míl) um tíman ? longdin, farleiðin ? Suðuroy-Tórshavn er 36 fjórðingar, so tað skuldi tikið 1 1/2 tíma at siglt! men, men! hava menn hugsað um, at eitt skip sum er 120-140 metrar langt, skal leggja at kei, skal fara frá kei vendast og dreyast, við síðuskrúvum og so framvegis ? er útsynningur/landsynningur í ættini, seinkar tað atløguna/fráferðina!

Siglingarleiðin Tórshavn-Suðuroy (áðrenn undirsjóvar bergholið kemur um eini 40 ár) er sum sagt 36 fjórðingar, kei til kei! Skal tú leggja at í Suðuroy og inn á Drelnes, mást tú seta ferðina niður á Høvdanum í 3-4 fjórðingar pr. tíma, og tað er eitt strekkið, sum er næstan 2 fjórðingar ? við 4 míla ferð, so ein og hvør hugnalig sál, sum hevur eitt høvd ? uttan flogvit, kemur at ásanna, at ferðingartíðin við einum skipi (sum er longri enn »Triton«) kemur at taka 2 tímar og eitt korter, kei til kei!

Tí vil eg staðiliga ráða monnum, og ikki minst kvinnum til at leggja samferðsluna havnina í Tjaldavík, sum absolutt er kervan í Suðuroy! Ein natúrhavn av Guðs náði! Tá verður teinurin Tórshavn-Suðuroy 1 tíma og 20 minuttir! Tá okkara staðkendu skiparar á økinum hava rokna eystfall fyri eystfall og vestfall fyri vestfall!

Vælsignaðir menn! Lavi ikki enn ein brølara! Latið meiniga mannin sleppa framat, og ikki »Dumkopf«! Við ynski um skjótt og gott samband!