Staddur í Danmark fall mær í lut at bera Mari systir deyðsboðini av Ressu – Florencu Hellu, f. Christoffersen, 17. oktober 1916 í Vestmanna. Tær gjørdust vinkonur frá 1938, tá tær hittust í Keypmannahavn og í útlegdini undir krígnum - eitt tætt vinarlag fyri lívið.
Tungt var hjá teimum ikki at sleppa heimaftur, og aftur at hesum fekk Ressa tvær ferðir deyðsboð av brøðrum, sum vóru farnir av vanlukku við bert átta mánaða millumbili, 21 ára gamli Hans, raktur av leysum gróti í bjørgunum og 13 ára gamli Erland av krígsávum. Stutt eftir kríggið misti hon eisini eldru systrina, Onnu, av sjúku.
Hvussu foreldur hennara høvdu tað, duga vit næstan ikki ímynda okkum; men tá var eingin serkøn sálarlig hjálp at fáa onnur enn stillislig samkensla uttan tey mongu orðini.
Havi mangan harmast um, hvussu illa vit skúlafelagar hjá yngstu systrini, Tulu, dugdu at stuðla henni gjøgnum tungu løturnar; men vit vistu stutt sagt ikki, hvat vit skuldu siga, og man tað einsemi mangan hava verið henni svárt.
Eitt sum tíbetur var Ressu viðføtt, var hennara ljósa sinnalag, sum altíð onkursvegna við einum brosi fekk bent lívið sum heild inn á farbara kós.
Her hugsi eg um Óla morbróður, sum misti konuna, Mariu Vang úr Sólgørðum, stutt eftir eftir, at dóttir teirra varð borin í heim, og sum varð uppkalla eftir mistu mammuni. Hann var skipari á “Emanuel”, sum varð søkt av u-báti júst tann túrin, Óli var heima, ein hending hvørs ávirkan við onkrum syndromnavni ongantíð gekk frá Óla aftur, hetta at konan og skipsfelagar skuldu doyggja og hann liva.
Óli við dóttrini flutti norður til okkum at búgva. Mia mundi tá vera út móti ársgomul, tí hon dugdi styðja seg framvið. Hann var, sum vera man, tungur í huga og gekk mest sum burturi í øðrum heimi, men fór í 1942 aftur til skips við ymsum skipum restina av krígnum.
Eftir kríggið læt hann í Danmark smíða bátin ”Fossá”, so áræðið hevði hann lutvíst fingið aftur; men illa gekst við samveruni við okkum næstringar. Hann var so alt ov innistongt friðarligur og mælti ikki orðið meira enn neyðugt. Mamma, sum var framfýsin kvinna, royndi tað, hon kundi, at fáa meira veruleikakent lív aftur í bróðurin; men tað batti so eiðasørt.
Annað jólakvøld 1948 køvdi hann av í kavaroki, og eg slapp mær tíðliga heim úr dansi, tí eg skuldi til Havnar dagin eftir, har eg stoypti stein fyri Brynjálv á Heygum.
Út móti morgni vaknaði eg við kaldan dreym av mammu, sum purraði út og bað meg eygablikkiliga lata meg væl í og fara at leita eftir Óla, sum ikki var afturkomin enn.
Óli var tá skipari, fjøruti ára gamal, og hevði mangan ringan farið, so eg helt hetta ikki fara at bila og royndi at muta ímóti; men har var einki at gera. Eg noyddist so væl í vøttir og hettu; men beint sum eg læt upp hurðina, tók Óli í hana uttanífrá. Hatturin stóð eitt sindur upp á sneið, og tað sást beinanvegin, at lagið var tað besta, tað hevði verið nú í mong Harrans ár.
Mamma skrykti beiggjan sum ein smádrong innum, vendi honum á og spurdi, hvar ólukkan hann hevði verið alla nátt í hesum himmalsins ódnarveðrinum. ”Ja, tað skuldi tú bara vitað, Dagmar systir mín” mest sum sang Óli á málinum, tók eini tvey dansifet og smoygdi sær inn um kamarshurðina.
Mamma stóð sum kánus; men so blíðkaðist eygnabráið, og hon teskaði fram fyri seg, at ”nú man fara at batna, vælsignað – Harrin hann havi lov!”
Batnað er ikki orðið, tí frá hesi nátt, sum mamma vælsignaði, gjørdist Óli aftur sum fólk. Mestur mundi tað vera hesa náttina, tey funnu saman bæði, hin áður so hugtungi Óli og lívsglaða Ressa við sínum alfevnandi ljósa lyndi og bøtandi brosi.
Ressa og Óli fingu tvey børn, Bjørg og Páll, fleiri barnabørn og meira enn hálva øldina saman.
Mia giftist til Danmarkar við Jørgen Lydolf. Dóttir teirra kallast Anna, og hon eigir tveir synir.
Í 1967 varð Ressa so illa skadd av ferðsluvanlukku, at læknin mælti henni til at taka við avlamispensión; men Ressa svaraði, at enn hevði eingin av hennara ligið tí almenna til byrðu, og hon vildi ikki vera tann fyrsta.
Seinast, eg vitjaði Ressu, var hon í hugaheiminum kvokkin hálva øld aftur í tíðina; men annars við sítt fulla vit, og friðsæla brosið var hitt sama.
Ellisbrekum kann eingin forða, og vóru seinastu árini hjúnunum í so máta møtimikil; men bæði fingu tey ta eydnu at verða passað væl og virðiliga heima hjá sær sjálvum, líka til tey vórðu borin til seinasta friðlýsta hvíldarstaðið – Óli úti við nítitvey ára gamal og Ressa næstan nítiseks.
Hvíli tey í Harrans friði.
----
Heini