Emil byrjaði í 60?árunum við mentanarliga virksemi sínum, og undirtøkan frá føroyingum var góð. Tá var illa statt her á landi viðvíkjandi bókum. Langt var ímillum útgávurnar, og ofta var góðskan ivasom. Bókagarður kom í tøkum tíma og ikki minst innan skúlagátt var fagnaðurin stórur.
Varðin kom at standa í so gott sum hvørjum húsi og var ein ófør stimbran av føroyskari mentan, sum fólkið, tá ið løtur góvust, kundi taka til aftur og aftur. Sera vælumtókt bókarøð. Síðani er at nevna øll tey verk av frægastu mentamonnum okkara, sum Emil gav okkum atgongd til, verk av t.d. Heðini Brú, Martini Joensen, Wililami Heinesen, Jørgen F. JaCobsen, Christiani Matras, Karsteni Hoydal, Sverra Patursson, Valdemari Poulsen. H. D. Joensen, Louis Zachariassen, T. N. Djurhuus, Jakob Jakobsen, Jens Paula Heinesen o.s.fr.
Síðani er ikki at gloyma teir stóru, rithøvundarnar, ið skaptu heimsbókmentirnar, sum vit knappliga fingu møguleika at lesa á móðurmálinum, hetta eru t.d. Mark Twain, F. M. Dostojevskij, Albert Camus, Knut Hamsun, Voltaire, Halldór Laxness o.fl.
Harafturat hevur Emil við Bókagarði ríkað føroysku heimini og ikki minst føroyska skúlan við einum hópi av størri og smærri skriftum líka frá orðabókum til barnabókmentir, frá íslendskum søgum til Faroe Isles Review og frá lívfrøðislæru til yrkingasøvn, eitt óvanliga stórt og fjølbroytt úrval. Føroyski skúlin hevur áður víst stórt takksemi fyri alt tað nógva lesitilfarið, sum er komið á føroyskum máli, eisini fyri slíkt, sum er uppafturpentað av útgingnum bókum og ritum.
Felags fyri úrvalið og útgávurnar hjá Bókagarði er ein kritiskur sansur og ein ansur fyri at seta dygdina í hásæti.
Í 1978 varð Emil Juul Thomsen heiðraður fyri megnarverk sítt. Tá veittraði føroyska flaggið uttan fyri dómkirkjuna í svenska býnum Lund. Orsøkin var, at nøkur fólk vórðu gjørd heiðursdoktarar fyri eitthvørt vísindaligt ella mentanarligt avrik. Teirra millum var ein føroyingur ? Emil Juul Thomsen varð gjørdur heiðursdoktari við universitetið í Lund.
Sverri Egholm, fyrrverandi landsbókavørur, segði longu í 1978 um Emil: Tað, sum Emil Thomsen hevur avrikið eftir 10 árum, er meira enn einn manndómsbragd. Tað er eitt ótrúligt undur, ið hvat tú so annars heldur um mannin og verkið.
Vit vita, at Emil og Bókagarður síðani tá hava avrikað munandi meira, og at undurið er vorðið uppaftur meira ótrúligt. Millum dýrgripirnar seinastu árini er ikki minst at rokna nýggjasta útgávan við kvæðaskatti okkara. Føroyingar munnu vera takksamir.
Ein av perlunum, sum Bókagarður hevur latið føroyingum, er verkið: Kirkjubøstólarnir og Kirkjubøur. Nú um dagarnar boðaði Emil Juul Thomsen okkum frá, at hann hevði tikið ta avgerð at lata hvørjum skúlabarni eina gávu, og tað skuldi vera henda bókin.
Vit vita, at føroyingar eru tær takksamir. Tú hevur fingið vðrilig ummæli frá bókmentafólki í mongum londum og tú vart gjørdur heiðursdoktari við universitetið í Lund, størsti akademiski heiður, sum gevst við eitt lærdómssetur.
Hesi orð eru ikki skrivað fyri at reklamera fyri tær ella Bókagarði, tað man ikki vera neyðugt, men eru bert ein hgjartans tøkk fyri avrik tíni og ikki minst fyri ta stóru gávu, tú nú um dagarnar gavst føroyskum skúlabørnum og lærarum teirra, og sum børnini her í Norðoyggjum kanska vóru tey fyrstu at taka ímóti og nú kunnu frøast um. Takk fyri.
E. Hentzesta tímatal fyri koyrifrálæru. Bileftirlitið hevur nýliga sett eitt krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru til vanligan persónbil. Hetta er eisini í tráð við rákið uttan um okkum og seinast hava donsku myndugleikarnir í fjørvár sett fram krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru fyri allar koyrikortsbólkar.
Vit halda hetta vera eitt gott tiltak fyri at fáa frálæruna uppá eitt so einsháttað støði sum møguligt og vilja í eini nýggjari koyrikortskunngerð arbeiða fyri, at seta fram krav um minsta tímatal.
Royndarkoyrikort
Rættarnevndin hjá løgtinginum reisti spurningin um royndarkoyrikort, tá nevndin til endurskoðan av ferðslulógini var á fundi við Rættarnevndina.
Galdandi ferðslulóggáva § 18b, stk. 2, heimilar landsstýrinum at gera av, at koyrikort til bil ella motorsúkklu, fyrstu ferð, tað verður tikið, verður útgivið við 2 ára gildistíð, og at eigarin, áðrenn gildistíðin er farin, skal fáa eykalæru og taka nýggja roynd í serstøkum aksturførleika sum treyt fyri, at koyrikort við gildistíð sum ásett í stk. 1, 1. pkt., (til 70 ára aldur) kann verða latið.
Fleiri onnur, sum hava áhugað fyri ferðslutrygd, hava tikið undir við hugsanini um eitt royndarkoyrikort og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum, fekk Rættarnevndin áheitan frá læraranum í Mikladali, sum hevur búð nøkur ár í Luxembourg, um at virka fyri einum 2-ára royndarkoyrikorti, á sama hátt sum gjørt var t.d. í Luxembourg. Mær vitandi hava íslendingar somuleiðis hesa skipan og norðmenn geva eitt 2-ára royndarkoyrikort til tey, sum ikki enn hava staðið myrkakoyring.
Spurningarnir, sum eg meti hava týdning í hesum sambandi eru:
?skal nakað aldursmark vera fyri at geva eitt royndarkoyrikort, t.d. 25 ella 30 ára aldur,
?hvørji metingarstøði skulu liggja til grund fyri eykafrálæru og nýggjari koyriroynd, t.d. ? eitt av teimum brotum, sum sambært broyttu ferðslulógini, høvdu ført við sær treytaða frádøming av koyrirættindunum (promillukoyring, ferð og koyrimistak).
Tey sum enn ikki hava tikið skeið í myrkakoyring, tá koyrikort fyrstu ferð verður útgivið, skulu harumframt mótvegis Bileftirlitinum skjalprógva skeið í myrkakoyring, áðrenn koyrikort verður útskrivað til 70 ára aldur.
Samanumtøka
Eg byrjaði við spurninginum, um vit í framtíðini fáa eitt betri koyrikort?
Tey teknisku tiltøk, sum ætlanin er fremja í nýggju koyrikortskunngerðini, eru eitt gott stig á vegnum, men tað er ongin ivi um, at skal 0-hugsjónin hava ein møguleika fyri at eydnast, so sleppast kann undan meiningsleysu vanlukkunum í ferðsluni, so mugu vit øll, sum á ein ella annan hátt eru partar av tilgongdini, taka í egnan barm og tora at rannsaka okkum sjálvi, um vit kunnu gera okkara arbeiði øðrvísi og betur, fyri at røkka málsetninginum.
Fyrrenn unga fólkið hevur fingið ein sunnan hugburð um ferðslutrygd og um hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni og úrslitið er 0 deyður í ferðsluni, er málið ikki rokkið.
Tórshavn, hin 27. mai 2000
Jákup Jacobsen, stjóri
Bileftirlit Føroyal brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)
Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát
Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.
Tórbjørn Jacobsen