Ein tími í Tinginum - meðan vinnulív og sjálvstýrið verður borið út á einum CO2-silvurfati?

Tíðargrein:

Siti í Tinginum av og á: Ofta bara eina løtu. Sum nú. Mestsum fyri at njóta heildina av meistaraverki Ingálvs av Reyni á bróstinum yvirav. Tí tað er so gott - og ótrúligt er tað, at Ingálvur í sínum hallandi lívskvøldi aftur dró fram hetta ljósa spektrið - sum kundi gjørt hann fleirfalt so óðalsríkan, men sum hann segðist undan og segði: at hetta maktaðu bara fransmenn til fulnar, og tí helt hann seg til sínar djúptøknu komposisjónir í fløkum av heimligum grálýsisdimmi – har enn eingin okkara, heldur, kemur honum undir lið.

Uttan fyri vindeygað
stákast gøtu-røktarfrøðingar. Við trillubøru, kusti og spaka. Tolnir og trúgvir. Duga sítt starv. Hóast ættarlið skifta. Ingálvur brúkti hesar gøturøktarmenn til motiv/tema til eitt annað meistaraverk, hvørs heiti var tikið úr bókini við svartari permu: Præd. 12,5: (- nú ið menniskja fer avstað til æviga bústað sín, og »hini syrgjandi longu ganga á vegnum og bíða..«

Tingfólk og CO2
Innanveggja er troðkan um talarastólin. Seigir kallar, har bulur og skalli økjast um bil. Og litfagrar kvinnur við orðafloymi hvørs diskantur titrar undir innanskalla. Eitt samfelt orðaherðindi um: hvat vit eiga, vilja, ynskja og mugu og skulu gera! Men er nakað ítøkiligt um: hvussu alt skal rigga? Tað kemur neyvan upp á tal - -.
Eri einsamallur áhoyrari í dag. Nú ið orkuskerjingarskræll landsstýrisins er komið til fyrstu viðgerð (03.11.09). Har vit skulu skerja CO2-útlátið heili 20-25% av orkutørvi okkara eftir 10 árum – í minsta lagi - frá í dag at rokna. Hetta er semja um frammanundan nakrari viðgerð í tinginum.

Signal til heimin
Er hetta av ræðslu fyri at: »Big Brother is watching you« (Orwell) úti í heimi, og tí skulu vit gleivbeint samtykkja hetta signalið?:
at sami CO2-formil - ikki verður brúktur til okkara fiskiskip - sum til allan hin fúla skipaflota heimsins.
at ikki verður tikið fyrilit fyri okkara ískalda havumhvørvi - í mun til hini heitu londini við støðugum sólarljósi og -hita.
at onnur kunnu brúka hópin av teirra CO2-pengum til ønskrilig drápsvápn til Al-Qaida og Taliban - meðan vit ikki skulu sleppa at brúka CO2 til harðvunnan fong - heimsins besta fisk til matna.
at fólkatalið skal verða býtislykilin - heldur enn tann samlaða víddin av land- og sjóøki okkara.
og at vit skulu vísa okkum sum erpnar kalar og dansa millum heimsins veldugu lond – nakað sum bara kann blíva: »En spurv i en tranedans«.

Ein arbeiðsbólkur
undir Innanlendisráðnum hevur evnað hetta CO2-uppskotið til. Men var har í bólkinum - ein tann einasti ein - kvenn/kallur við praktiskum royndum við ítøkiliga orkuproblemi landsins á hálsinum? Tó teoriur er góður. Men ofta lekur illa millum teori og praksis -!
Eingin ivi er um, at orka og umhvørvi eru tvær síður av somu søk. Og vit eiga vituliga at fara væl um bæði – men fyri alt í verðini – við skili! Og vit hava køn fólk, sum hava 10tals drúgvar ára royndir á økinum – á degi sum nátt.
Var nakar elektrikari, maskinistur ella verkfrøðingar t.d. úr SEV (sum Klæmint Weihe o.a.) ella úr Orkuráðnum, IRF og Fjarhitaskipanini (sum Jóannes Hansen og Heini Olsen o a.) at finna í bólkinum? Nei, og aftur nei!! Onkur var tó fyri vinnulívið (Men, munnu teir hava fingið rættað kumpassina áðrenn?). Og so var pinnamatarbrigadan við, sjálvandi -.
Men, við nærri eftirtanka, var hetta ikki júst pinnamatarbrigadu-manningin, sum tók ta capablu avgerð um at ein russari, sum stóð skoraður flesja-fastur á Tangafirði, lá betri og bløraði ein fúlan oljuleka út á 100 metra dýpi í áravís – heldur enn at skipið varð tømt fyri óhumskuna á miðalvatni og deyðavatni?

Hetta er ein søguligur dagur
gnisar landsstýriskvinnan fagurlátin – tað sama søgdu framsøgumenn flokkanna – henni til tøkk og skamrós. Ja, tí at ein »signal-semja« er í málinum! Oh, tú forbarmandi -. Semja um møguligt sjálvmorð fyri vinnuvegir landsins?
Og hetta longu lidna – og helst bestilta - arbeiði verður í næstu viku á fundi handað Connie Hedegaard, boðaði landsstýriskvinnan frá. (Ja høvdu øll verið líka so væl fyri í ovastu hædd – og hesumegin borðið - sum Connie, tí hon er bæði gløgg og røsk.Tað skal hon eiga.)
Røða landsstýris-innunnar tók annars støði í heimslitteraturinum: » – Í tí estetiska virðinum, sum er í (og halt tær nú fast) í ævintýrinum um: »Den grimme ælling«(!)«. Ja, ak og vé og skrekk – ein dunnuhylur og annar! Ein góð røða – sum ein miðal millumskúlafrístílur – ið krevur bata?
Og hvagar gongur so leiðin hjá Tinginum? Verður hetta eitt glitrandi glæstrisskeið á sjálvbjargnisleið, sum nú verður loyst úr leinkjum? Ella verður okkara totala, eintáttaða og sárbæra fiskivinna her borin út - á einum blóðigum silvurfati, sum høvur Jóannesar doyparans á sinni? Út til grummar útlendskar harrar at ráða yvir og revsa okkum fyri, táið áfatt verður.

Revsingin
Og revsingin tá verður, sjálvandi – okkara arkilleshælur: fiskivinnan – tí hvør vil at keypa fisk frá tápuligum orðloysingunum í Føroyum. Og hvør minnist ikki, táið ein uggi við einum sandmaðki í, varð vaksin 100 ferðir og ringdi seg í týskum sjónvarpi, rætt sum ein Miðgarðsormur ella Favnir á Glitrarheiði? Og tað tók okkara sølufólkum fleiri ár at forvinna hesa beistagerð aftur?
Ein tingmaður spurdi tvær ferðir: »Hvør verður revsingin, um vit ikki klára at halda givin lyfti?« Men hann fekk einki svar. Og kanska tí, at tað er so upplagt – fiskivinnan!

Politikkur?
Her eru mangir flokkar og nógv fólk á Tingi, men hvat eru teir til og hvat vilja tey? Sambandið og Sjálvstýrið høvdu felags uppruna og komu í 1906. Ella kom skilnaðurin ikki longu, táið Bóndin ikki vildi skála fyri: »Móðurlandi okkara Danmark« í jubileumsveitslu Müllers, sýslumanns í 1893? Her ein ørstutt lýsing av flokkunum nú:

Sambandið
er ein stórur flokkur, og tað er forstáðiligt. Ein lagnufelagsskapur - søguligur og vitanarligur í tvímálsligum høpi - heilt aftur til 1380. Ættarbond, samferðsla, samskifti, skúlar (og Bremerhólmur) og nú eisini tann dámligi Lars Løkke, sum »landsins versonur«.
Men er nú hugtakið - samband og enn meiri samband - nakað politiskt endamál sum so. Fyrst við DK, síðani ES og allan heimin? Ella er hetta bara ein ómegdarrás í lívd bergsins á tveimum rossum í senn – og hómast eingin onnur hugfarsligari leið í politiska bjargalendinum?

Sjálvstýrið
er gamalt. Bernhard Brim, skald og skemtari, sum dámdi væl at tað rímaði, hevði eina strofu um henda »fínaflokk«, skemtilig, um hon bara rímar ca. 97%:
»….nei, vit hava ikki kukk undir naglunum,
og tí hóska vit ikki saman við spetakklunum (!) -«

Flokkurin hevði fyrr einstøk sermerkismál í skjøldrinum, sum síni, eitt nú: mentan, útvarp, sjónvarp, kelduskatt, Kollafjarðartunnil o. o. a. Men er ikki alt nú bara skift út við eina ørgrynnu at viðmerkingum til viðmerkingar til viðm…til bæði alt og einki?

Javnaðurin
breyt sær slóð millum valarar og fiskafólk á Tvøroyri við 1. Dam (tamp-ti-ram), 2. Dam (tam-ti-ram), 3.Dam…? Men sum tíðin leið, og slipsini blivu strikað – eisini tey reyðu - so er ringt at síggja mun á einum ektaðum valara og einum morðgírigum kapitalisti. Allir litir farast og fána í vælferð vestanveldanna. Og so hvørt sum munurin minkar millum fólk og fæ, litir og kyn.

Fólkaflokkurin
reiddi sær felagsból úr framburðs- og vinnufólkum. Teim bestu í landinum tá. Meðan blóðfátæktin enn nívdi eftir Wall Street í 1929, og óttin lúrdi fyri nýggjum heimskríggi. Landið hóraði tó undan, um so tann nationala ketan leyp av. Og tjóðskaparkensla floksins nú mestsum er yvirhálað av Sambandinum og Sjálvstýrinum. Og tað sigur ikki so lítið. Ímeðan vinnan ekur á lemjingarleið.

Tjóðveldið
kom blásandi úr Danmark, spert av kulturradikala vinstrarákinum uttan úr heimi. Óstrukturerað landnám við leiðslutrupulleika. Sama er enn. Sterkar meiningar, men uttan samstarvsevni. Størsti flokkur - uttan løgmann - nakrantíð. Og er kanska tann mesti sambandsflokkurin. Tí alt sum útlondini hava, tað skulu vit eisini hava – uttan mun til tørv ella kostnað. Og er nakað problem í útlondum, so má tað flytast higar heim. »So ein ding muss ich auch haben«, er inntonkta loysunnarorð floksins. (Táið DK skerjir 20%, ja, so mugu vit skerja minst við 30-40% - um so alt fer á heysin!).

Miðflokkurin
er nýggjastur á rókini. Og er komin undan fleiri fedrum (Kjartani, Adolfi, Niels Paula og Tordi). Hann fekk tó sum merkismál: »Løgtingsins Umboðsmann« í neystið. Tað var gott. Men flokkurin er óstruktureraður, sum hinir. Má »lappa« frá máli til mál.

Kreppan
tann fyrra kom í 1990unum og ein heksadoktari (Finn Norman) varð bestiltur úr DK til eitt skitið arbeiði fyri politiskar ótangar - og hann setti á stovn eina kommandobrúgv av ráðum í Tinganesi, sum eingin stabilisatorur kann klára. Eitt ótal av dýrum stýrum, nevndum og bólkum, sum ferðast, fundast og fjantast um nýggj virðir (uha) og í fríkorterinum berjast tey um lás og hurðar.

Eina savningarstjórn?
Heimskreppan herjar enn. Landsskútan liggur tvør í brotunum, ráðaloysi umborð, drekkur sjógv við holi í luv. Eingin talar nú um mannings- ella bygnaðarbroytingar. So hví ikki royna eina savningarstjórn. Uttan mun til flokk ella kyn. Ja, bara tey bestu.
Fólkaflokkurin eigur tað størsta oratoriska talentið á Tingi, og Tjóðveldið hevur tann mest rokaliga fólkatalaran. Miðflokkurin hevur tingsins besta búskaparmann í verki. (Hevði yvir eina hálva milliard í avlopi um árið, og fekk sum fyritøkustjóri enntá »14. September« at geva stórt yvirskot, blaðstjóri var Karin Kjølbro). Og í hinum flokkunum eru væl onnur, sum eru framúr á øðrum økjum.
Ella ger alt tað sama. Alt verður bara rikið í rætt av pinnamatarbrigaduni og kunstigum útlendskum ræðumyndum og gykli, um at vit hava nakra sum helst ávirkan á alheimsins gonguverk og havsins kalda hjarta?
Tó leiðin og konceptið fram á leið er einfalt sum ein trý-trins-rakett:

1) Fyrst ein sjálvberandi búskap,
2) og eftir tað eitt møguligt val um: vit skulu vera saman við DK,
3) og um ikki, so saman við hvørjum øðrum tá, sum bestir vinir?

So einfalt er tað.

Ella man tann søguliga løtan
- ófrættuløtan - nú verða komin, sum Jóannes Bóndi kvað um:
»Sjá hesi fjøll og tindar! Er hetta landið mítt?
… men sáran hoyrast hvinini úr homrum hvølt og ørt:
»Á, neyðara landsmenn, hvat hava tit gjørt!
Tit dripið hava føroyingin í Føroyum«!?

Hesin tími í Tinginum er nú av -
og best man vera at leita upp hús. Ein verju-valkyrja løgtingsins situr handan skerstokkin í skottrygga millumbygninginum – og uttan Kalasjnikov-riflu og dupult patrónbelti – hon nikkar svalliga.
Ráligt er eisini uttanfyri. November er myrkursins og vónloysisins mánaði. Heim eru eisini gøturøktarfrøðingarnir farnir. Munnu hini syrgjandi longu ganga á vegnum og bíða….
Orð meginskaldsins (JHOD) reka mær sár í sinni:

»Fara vit mega tí aftur til húsa, vit fremja ei dansin –
døggin drívur um vøll, - einki er um okkum meir.«

(Henda blaðgrein bleiv eitt slag av framhaldi av hinari: »Samda løgtingið og útlátið av veðurlagsgassum« sum stóð í Sosialinum og Dimmalætting, mánadagin, tann 26. oktober 2009.)