Uppsjóvarskipið Finnur Fríði landar 1000 tons av makreli til Varðan Pelagic á Tvøroyri í dag.
Teir hava fiskað á leiðini við Hetland og eiga nú bara ein túr eftir í ES-sjógvi. Sagt verður, at fiskiskapurin henda túrin var í lagi.
Flestu uppsjóvarskip eru nú liðug við bæði silda-og makrelkvotuna fyri 2016 og eiga nú bara svartkjaft eftir at fiska tað, ið eftir er av hesum árinum.
Tróndur í Gøtu er fyrsta skipið, sum er farið á svartkjaftaveiði. Teir eru norðan fyri og hava verið úti í einar 2-3 dagar.
- Nú fara skipini at fiska svartkjaft restina av hesum árinum og til einaferð út á várið, sigur Arni Hansen hjá Varðanum í Gøtu.
Hann sigur seg kortini vóna, at Fiskimálaráðið fer at útskriva ein part av makrelkvotuni fyri 2017 um ársskiftið, soleiðis at skip og virkir kunnu leggja virksemið betri til rættis.