Tropiska ódnin "Rita" versnar altsamt. Í gjár flokkaðu amerikonsku veðurmenninir hana í flokki fimm, sum er tann ringasti. Tá var vindferðin í ódnini var upp í 265 kilometrar um tíman ella meiri enn 70 metrar um sekundið, og kanningarnar bendu á, at vindurin bara vaks.
Samstundis var greitt, at "Rita" fer at hava øðiligt avfall við sær, tá hon kemur inn yvir land. Metingarnar siga, at avfallið verður um 300 millimetrar, men tað kann væl henda, at tað verður meiri enn so. Amerikanski ódnarstovnurin ávarar eisini um, at alduhættin við strondina verður um 10 metrar í meðal, og at tað lága trýstið fer at gera, at sjógvurin verður fleiri metrar oman fyri tað vanliga.
Framrokningarnar vísa, at "Rita" fer í land í landssynningspartinum av statinum Texas, ímillum býirnar Brownsville og Houston, og helst verður tað býurin Corpus Christi, sum fer at standa fyri skotum fyrst. Tað verður ætlandi eina ferð í nátt, og haðani breiðir ódnarveðrið seg inn yvir land í morgin.
Undantaksstøða
Myndugleikarnir í Texas hava fyrireikað fólkið til ódnina, og teir hava givið teimum, sum búgva fram við strondini, boð um at fara haðani. Í gjár var ferðslan sera tøtt á vegunum norðureftir, og hildið verður, at meiri enn ein millión hava gjørt eftir áheitanini um at rýma.
George W. Bush, forseti, sum sjálvur er úr Texas, lýsti gjáramorgunin statirnar Texas og Louisiana í undantaksstøðu. Kunngerðin frá forsetanum kom, stutt eftir at veðurstovan hevði boðað frá, hvørji øki eru í serliga stórum vanda. Eitt teirra er býurin Galveston í Texas, sum fór sera illa av einari ódn í 1900. Næstan 12.000 fólk doyðu ta ferðina, og hetta er tann ringasta náttúruvanlukkan í USA nakrantíð.
Tað verður ikki hildið, at "Rita" fer at raka Louisiana líka meint, sum "Katrina" gjørdi fyri fýra vikum síðani, men vandi er kortini á ferð har, tí nógvastaðni eru menn ikki lidnir at umvæla skaðarnar, sum hendu tá. Tí hava myndugleikarnir í New Orleans biðið fólk fara úr býnum.