Ein tíðarlummi í Vestmanna verður nú endurskaptur.
- Eyðkendi ljósaguli handilin við grønum og hvítum sprossavindeygum og reyðum taki niðri við sjóvarmálan í Vestmanna, hevði virksemi til fyrst í 1990-unum.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag, og tað var kommunan, sum í 1996 keypti húsini.
- Síðan tá hevur søguligi handilin og tilhoyrandi Vektarbúð og íbúð einans verið brúkt í samband við tiltøk í bygdini.
Men, nú er ætlanin at fáa lív í John'sa handil aftur við at endurskapa handilin við einum serligum dámi frá 1950-og 60-unum.
- Í handlinum verða hillarnar fyltar við gomlum vørum, innpakkingum og lutum, sum minna á gerandislívið í Føroyum tá. Alt frá kaffi, sukri og karamellum til gomul reklamuskelti og siðbundnar húsarhaldsvørur skulu vísast fram.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at hóast nógv ár eru liðin, síðan lykilin á síðsta sinni varð snaraður um í stásiliga handlinum, standa gomlu handilshillarnar, skuffurnar og skápini framvegis frammi.
- Einki er broytt, og gevur hetta tí góðar møguleikar at endurskapa tíðarlumman.
Endamálið við verkætlanini er at heiðra og varðveita søguliga andan í handlinum og geva bæði bygdafólki og vitjandi eina serstaka uppliving av, hvussu handilsskapur og gerandislív hjá vestmenningum sá út fyri meira enn hálvari øld síðan.
Tað er Johan Holm Simonsen, framsýningarsniðgevi, ið hjálpir kommununi við at tíðarfesta siðsøguliga handilin.
- Arbeiðið er farið í gongd, og vit gleða okkum at vísa tykkum úrslitið um hálvan juni.
##med2##
Sagt verður, at ætlanin er at hava opið sum ein framsýningarhandil fyri ferðafólkum í summarhálvuni - og annars fyri vestmenningum og gestum annars.
- Ætlanin er at broyta handilin eftir árstíðini, so tað eitt nú á jólum ber til at keypa bomm í leysari vekt og annað, sum ein kundi tá í tíðini.
Lagt verður aftrat, at íbúðin fer eisini at fáa eina dagføring í summar, so hon hóskar til sama tíðarskeið.
- Ætlanin er eisini at fáa loftið og kjallaran í brúk, har eitt nú lutirnir, sum bygdarsavnið eigur, kunnu verða vístir fram, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
##med3##













