Í gjár klokkan 14.45 varð ein bilførari steðgaður í Norðoyggjum.
Tað vóru fólk, sum sóu, at okkurt løgið var við koyringni hjá viðkomandi.
- Tá vit steðgaðu bilføraranum, vístu okkara kanningar, at førarin hevði kenning.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tey høvdu nøkur ferðsluátøk í nátt.
Bilar vórðu steðgaðir í høvuðsstaðarøkinum, uttanfyri høvuðstaðin og í Eysturoy.
- Fleiri bilar vórðu steðgaðir, men her var alt í lagi og einki at koma eftir, visti vaktleiðarin at siga í morgun.