Ein er tikin fyri narkokoyring í nátt

Í nátt hevði løgreglan nøkur átøk móti rúsdrekka-og narkokoyring, og her vísti tað seg sum heild at standa rímiliga væl til.

 

Bæði í norðurøkinum og miðstaðarøkinum vórðu bilførarar steðgaðir og kannaðir í nátt, og í allar flestu førum vísti alt seg at vera í lagi.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at løgreglan í fleiri tímar tilsamans hevði eyguni eftir møguligari rúsdrekka-og narkokoying.

 

- Í norðurøkinum vórðu kanningar gjørdar í tímunum frá 01.30 til 05.15 og til og úr Havnini frá klokkan 01 til 04.30.

 

Løgreglan sigur, at klokkan 02.15 varð ein bilførari steðgaður í norðurøkinum, sum verður skuldsettur fyri narkokoyring.

 

- Hesin var ávirkaður av narko, og smáar nøgdir av narko vórðu eisini funnar í bilinum hjá viðkomandi.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at bilførarin viðgekk at koyra ávirkaður.

 

- Blóðroynd er tikin, og bilførarin verður skuldsettur fyri narkokoyring, visti løgreglan at siga í morgun.