Um middagsleitið í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Havn. Tá illgruni var um, at førarin var ávirkaður, varð hann biðin um at blása í alkometrið, og tað vísti seg, at hann hevði drukkið meira enn loyvt er. Hann varð tí handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Um midnáttarleitið varð løgreglan eisini boðsend, tí nakrir menn keglaðust í so harðliga. Men tá løgreglan kom á staðið, vildu menninir sjálvir orðna viðurskiftini sínamillum, tí spurdist einki mál burtur úr hesum.
Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at eitt ferðafólk hevði verið áhaldsin úti í Kallinum.
Hetta var skamt frá vitanum á Kallinum.
Viðkomandi hevði brotið fótin og varð fluttur við tyrluni hjá Atlantic Helicopters á Landssjúkrahúsið.