Jóan Símun Edmundsson var við frá byrjan, tá OB í kvøld vann 1-0 á AaB. Toftamaðurin spældi á høgra miðvøllinum, meðan Gilli Sørensen var á bonkinum hjá AaB allan dystin.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
Landsliðsspælarin vísti í løtum góðar taktir, tá hann tók lut í uppspælinum í høgru. Aðrar ferðir leitaði hann inn á framrættaða miðvøllin, men fekk ov lítið at arbeiða við.
OB vann dystin 1-0. Stutt eftir, at OB kom á odda valdi Kent Nielsen, sum er fyrrverandi venjari hjá AaB, at skifta Jóan Símun Edmundsson út. Rasmus Ferstersen skoraði einsamalla málið í dystinum.
AaB roynir at elta FCK í oddinum, men nú eru teir seks stig aftanfyri, og hava spælt ein dyst fleiri. OB liggur nummar sjey í Superliguni.