Ein viðmerking til formannin í Neistanum, Jón Kragesten

Johild Ziskason, Klaksvíkingur, bútsitandi í Havn


Var mær leitandi niðan á Nabb í kvøld 29. mars 2006 til hondbóltskamp millum Neistan og Stjørnuna 1. deild kvinnur. Ikki sørt spenn­andi, tí síðsti dysturin mill­um liðini bæði kundi havt givið Neistanum meistara­heitið, um spælt var javnt ella um tær vunnu sjálvandi síðsta vikuskiftið, men sum kunnugt vann Stjørnan stórt.
Undirritaða er Stjørnu fjepp­ari, tað skal ikki verða nøkur loyna, men hinvegin ikki ein, ið møtir upp til dyst, men meira ein, ið fylgir væl við gjøgnum útvarp og sjónvarp, men dysturin í kvøld hevur verið so mikið uppreklameraður av báðum liðunum, at avgjørt var, at fara sær niðan at hyggja.
Neistin hevði lýst í útvarp­inum fyrr um dagin um, at fáa Neista fjepparar at møta fjølmentir og stundisliga,. Hetta ljóðaði sera hugaligt, so sjálvandi skundaði undir­ritaða sær eisini niðan í góð­ari tíð, fyri at fáa sitipláss. Uttan at vita nakað um spæli­reglur millum ávikavist Stjørnu og Neista fjepparar, setti undirritaða seg á ein bonk saman við dóttrini og 2 vinkonum, ið búgva í Havn, men eru úr Klaksvík  hesin bonkur skuldi vísa seg at verða í Neista reiðrinum. Orsøkin til, at ein setti seg har, var tí onnur síðan í høllini var stúgvandi full av Stjørnu fjepparum, og vit valdu so at seta okkum so tætt upp á teir sum møguligt, men í Neista reiðrinum. Knappuliga reisir ein persónir seg upp, ið situr framman fyri, vendir sær við og biðjur okkum vinarliga um at flyta, tí hetta er plássið hjá Neista fjepparum! Hesin persónur er formaðurin í Neist­anum Jón Kragesten. Fyri at siga sum er, so helt eg at hann skemtaði, men tað vísti seg, at maðurin meinti tað í rama álvara.
Góði Jón Kragesten  sera ódámligt. Ikki nøkur vøkur vælkoma. Høllin er til fyri bæði teg og meg. Um tú reglu­­liga kemur niðan á Nabb, so meti eg ikki tú hev­ur betur rætt til eitt sitipláss haruppi enn eg. Eg havi gold­ið líka so nógv fyri at komi inn sum tú. Mín 7 ára gamla dóttir, ið er fødd og uppvaksin í Havn, hevði glett seg nógv til at koma til dyst. Hon vildi so fegin sita har vit sótu, tí hon helt við Neistanum. Hvussu heldur tú hon hevur upplivað eina slíka vælkomu? Harafturat so kundi Neista fjeppararnir kanska møtt eitt sindur meira stundisliga, so høllin var stúgvandi full av Neista fjepp­arum, áðrenn onnur ditt­aðu sær niðan?
Annars skal sigast, at vin­kon­urnar báðar valdu heldur at fara aðra staðir at seta seg, men eg og dóttirin sótu báðar eftir. Tað gekk væl  fólkið rundan um, vísti seg ikki at hava nakran trupulleika av at hava okkum báðar sitandi. Dóttirn rópti og klappaði, tá tað gekk við hjá Neistanum, meðan mamman rópti og klappaði, tá tað gekk við hjá Stjørnuni, so alt í alt ein góð uppliving.
Í seinna hálvleiki valdu vit at fara at vitja í hinum reiðrinum, eisini fyri at merkja hýrin (Stjørnu meg­in), og má sigast, at væl spældi av hjá okkum Klaks­víkingum.
Til-lukku Stjørnan við Føroya Meistara heitinum.