Turið Debes Hentze, advokat og mediator
Bárður greiðir frá, at ongin veruliga hevur lurtað eftir sjónarmiðum teirra, og tí er henda óhepna støða íkomin. Bárður tulkar høvuðsorsøkina til støðuna vera, at teir ráðandi fram um alt ynsktu róð um ósemjuna á Listaskálanum. Við øðrum orðum atlitini til listina týddu minni.
So kemur Kinna Poulsen fram á gluggan, eitt slag av uttanveltaðum fakpersóni, og heldur, at tá Helgi Fossadal varð settur í starv fram um listfrøðing, so var ymiskt sum bendi á, at orsøkin var, at listarlig áhugamál vóru ikki nóg høgt vird. Hon fintar til landsstýrismannin og kemur til ta niðurstøðu, at listarlig áhugamál vórðu sett til viks til frama fyri fíggjarlig áhugamál.
Og Jógvan Páll Lassen, formaður fyri Listasavninum, avmarkar sínar viðmerkingar til eina tulking av orðinum listfrøðingur, og finnur fram til, at ongin tulking dugir.
Sum uttanfyristandandi kanst tú so gita víðari og undrast á, at hesir partar, sum hava sum felags áhugamál at virka best møguligt listini at gangi, bert megna at samskifta fyri opnari mikrofon. Samskifti millum stríðandi partar gjøgnum fjølmiðlar hevur stórt sæð bert til endamáls at senda út signalir um makt ella at javna maktstøðuna partanna millum og møguliga at fáa viðhaldsfólk. Altíð gott fjølmiðlaundirhald, men sjáldan serliga konstruktivt til trætuloysnir.
Báðir partar tykjast hava ásannað, at støðan ikki er haldgóð, og at neyðugt er við einumhvørjum listfrøðiligum fakkunnleika knýttum at tjóðsavninum. Nevndin í Listaskálanum júst boðað frá, at hon tekur stig til setan av listfrøðiligum fakkunnleika. Eitt úrslit sum líkist, tí útbrótararnir ynsktu.
1-0 til Listaskálan. Bárður tekur sjálvandi ikki undir við hesum. Hann ynskir ikki at missa andlit, og heldur fast við, væl stuðlaður av Kinnu, at listfrøðingur er ikki hvat sum helst. Hann er keddur um støðuna og tráðar gjøgnum sjónvarps¬skýggjan eftir samkenslu, og vísir á, at ábyrgdin fyri syndarligu støðuni ikki liggur hjá útbrótarunum, men aðrastaðni - kanska sipar eisini hann til landsstýris¬manninum.
1-0 er eitt gott úrslit fyri HB móti B36, men fyri Listaskálan, útbrótararnar og listarliga umhvørvið er úrslitið ikki nøktandi. Endamálið er jú ikki kapping. Og ikki er vist, at úrslitið heldur er nøktandi fyri vinnaran. Taparin ynskir revanche, og siðurin er avmarkaður, um hesin dystur bara var tann fyrsti av fleiri komandi.
Tey felags áhugamálini sum partarnir ivaleyst upprunaliga høvdu um listina, fjaraðu burtur í samband við ósemjuna um setanina, og ístaðin komu sjónarmið um fyri ella ímóti listfrøðingi. Trætan tyktist byrja við ósemjuni um leiðaran, men onnur áhugamál og aðrar kenslur kunnu hava verið brenni á bálið á trætuna, sum útkrystalliseraði seg til eitt fyri ella ímóti Helga Fossadal.
Sjónarmið læsast, kjakið smalkar og úttsýnið fyri loysnum minkar. Illgitingar og persónsálop økjast, og partarnir gevast at tosa saman og fara hvør til sítt. Annar bólkurin hevur nú skansað seg í Listaskálanum og hin á Vestaru bryggju. Partarnir eru ovast á konflikstiganum, og bert dialogur fær teir niður aftur í heilum líki.
Samstundis er greitt, at tess fastlæstari ein træta er, tess truplari er at fáa gongd á dialogin, at taka fyrsta stigið og at halda dialoginum á sporinum, men um ynski er um haldgóðar og varandi loysnir, er dialogur, evt. við hjálp frá triðjapersóni, vegurin. Tá fáa allir partar høvi at greiða frá og lurta og seta seg inn í støðuna hjá hvør øðrum og kanna møguleikarnar fyri loysnum. Fortreytin er viljin at tosa saman, og drívmegin er ynski um eina felags loysn.
Tann parturin sum í eini trætu, kanska ikki altíð av røttum, kennur seg sum tann sterkara, sum vinnara, velur kanska einsíðugt at taka stig, sum liggja uppat teimum krøvum, sum mótparturin hevði. Hetta ger, at grundarlagið undir sjónarmiðinum hjá mótpartinum máast burtur, og at hesin sum frálíður noyðist at liva við úrslitinum. Tað stig sum Listaskálin nú tekur, at knýta listfrøðing til húsið, kann líkjast slíkum stigi, tí 1 -0.
Trætan er kortini ikki burtur, ónøgdin er har framvegis, ein ónøgd, sum í stóran mun botnar í tilgongdini til úrslitið og ikki so nógv í úrslitinum sjálvum. Trætan vísir seg tá í øðrum hami, onnur viðurskifti vera at stríðast um. Vit kenna tað so væl, hesar gomlu træturnar, sum ongin longur veit, hvat snúgva seg um, men sum liva sítt virkna lív, væl gøddar av vreiðum fólkum, sum kenna seg traðkað á, ikki hoyrd osv.
Gott grundarlag fyri góðum samstarvi er, at báðir partar kenna seg hava ávirkan á bæði gongd og úrslit, so støðan gerst 1 1 og ikki 1 - 0. Tí er so átroðkandi at fáa gongd á dialogin og at minka um stríðshugin, har viðhvørt annar vinnur og hin tapur, men heldur ikki er ókent, at báðir partar tapa.
Um eg fari skeiv viðvíkjandi áhugamálum partanna í stríðnum fyri listini, og um tað veruliga er so, at partarnir ikki duga at sígga fyri sær ein felags framtíð í Listaskálanum, so er sjálvandi ongin orsøk at tosa um dialog.