- Ein yrking er mín viðmerking

- Greið svar koma einamest frá teimum, ið minst vita, sigur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur.

In.fo hevur spurt Carl Jóhan Jensen, rithøvund, um hann hevur eina viðmerking til yvirgangsatsóknirnar í París, hvussu hann heldur at byrgjast kann upp fyri, at ein slík atsókn endurtekur seg, um atsóknin eigur at fáa avleiðingar, og hvørjar avleiðingar?

 

- Hatta eru stórir spurningar og illsvaraðir, sjálvt í serfrøðingunum vil tungan ballast, tá spurningar verða settir um hesi viðurskiftini. Greið svar koma einamest frá teimum, ið minst vita og lata hina svørtu sól av fordómum skína fyri sínar andans føtur.

 

Carl Jóhan Jensen sigur, at hann í roynd og veru bert hevur eina viðmerking til hesar  ræðuleikar í París fríggjakvøldið.

 

- Tað eru orðini í yrkingini Liberté eftir franska skaldið Paul Eluard (1895-1952). Eg týddi yrkingina leygardagin og legði hana út á fjasbókarvangan hjá mær:

 

Frælsi

 

Í tey gomlu stílaheftini

Á borðini og í tröini

Á sandin og í kavan

Skrivi eg títt navn

 

Á hvörja síðu eg las

Á hvört óskrivað blað

Á stein í blóð á ark ella í ösku

Skrivi eg títt navn

 

Í gullvovnar ímyndir

Á hermansins vápn

Á krúnurnar hjá kongum

Skrivi eg títt navn

 

Í frumskógin í oyðuna

Í reiðrini og runnarnar

Í barndómsins bergmál

 

Skrivi eg títt navn

Í undrini í náttini

Í tað hvíta breyði av degi

Í fríggjaðar lötur

Skrivi eg títt navn

 

Á allar mínar bláu spjarrar

Á hyljareygað sólhýggjað

Á vatnið av livandi mána

Skrivi eg títt navn

 

Á eingirnar á sjónarringin

Á veingirnar á fuglunum

Og vindmillu skugganna

Skrivi eg títt navn

 

Á hvört degningsfleyr

Á havið á bátarnar

Á fjöllini steinsvök

Skrivi eg títt navn

 

Í bláman av skýggjunum

Í sveittan av storminum

Í regnið grovt og fölt

Skrivi eg títt navn

 

Í tey glitrandi skapini

Í klokkurnar av litum

Í evnislig sannindi

Skrivi eg títt navn

 

Í tær vaknaðu slóðirnar

Á teir útbreiddu vegirnar

Á stöðini sum ongantíð teljast

Skrivi eg títt navn

 

Á lampuna sum lýsir

Á ljósið sum er slöknað

Á hús mítt endursamt

Skrivi eg títt navn

 

Á tað í helvt skornu fruktina

í speglinum og í stovuni

á tað tómu skelina av songini

skrivi eg títt navn

 

Á hundin glúpskan og tekkan

Á tey aktandi oyruni

Á tað tey neyðarsligu beinini

Skrivi eg títt navn

 

Á helluna við dyr mínar

Á hvat meinkunnugt sum er

Á eldsins halgaðu aldur

Skrivi eg títt navn

 

Á alt samljóðað hold

Á ennini á vinum mínum

Á hvörja framrætta hond

Skrivi eg títt navn

 

Á glasið um alt ið kom óvart

Á tær gáandi varrarnar

Högt uppi yvir tögnini

Skrivi eg títt navn

 

Á míni herjaðu skjól

Á mínar niðurdotnu vitar

Á mínar lívsleiddu veggir

Skrivi eg títt navn

 

Á longsulsleysan miss

Á tað köldu einsemi

Á tráðgongu deyðans

Skrivi eg títt navn

 

Á afturfingna heilsu

Á afturumlidnan vanda

Á ta minnisleysu vón

Skrivi eg títt navn

 

Og upp á hetta eina orðið

Fekk eg lívsviljan aftur

Eg varð borin til at kenna

Til at nevna teg

Frælsi