Hetta er heilt fantastiskt. Hetta er ringasta lortaspann, eg havi fingið omanyvir meg øll tey 50 árini, eg havi verið fiskimaður og útróðrarmaður.
Útróðrarmenn um alt landið eru fúkandi óðir, og harmir um niðrandi skoðsmálið, Bjørn á Heygum, sambandsmaður á Løgtingi, og formaður í rættarnevndini, gav teimum í Sosialinum týsdagin.
Bjarni Vestergaard, fyrrverandi nevndarlimur og formaður í Meginfelag Útróðrarmanna eitt hálvt mannaminni, er ein teirra, sum rættiliga hevur tikið sær tykni av útspillingini hjá Birni á Heygum.
Eg havi nú verið á sjónum í yvir 50 ár. Og tað hevur mangan leikað hart á. Men eina slíka lortaspann, havi eg aldrin fingið omanyvir mín kropp. Hetta hava útróðrarmenn ikki uppiborið.
Hetta er tað fúlasta, og tað ljótasta, eg havi sæð á prenti um føroyska útróðrarmannin.
Og hetta kom frá sambandsflokkinum, sum hevur høgtr niður á alt og øll, og sum skuldi loysa allar trupulleikar uppá onga tíð, bara teir sluppu framat.
Nú hava teir hava teir veirð frammi at troginum í næstan fýra ár, og hetta var so skoðsmáli vit fingu. Og Hetta var uppskriftin uppá hvussu teir loysa trupulleikarnar: Sendið tey óproduktivu, tey, sum ikki klára seg sjálvi, av landinum...
Í Sosialinum sigur Bjørn á Heygum, at heldur enn at fólk ganga heima og arbeiða fyri studning, er tað betri, at tey fara uttanlands at arbeiða eina tíð.
Og fyri at taka nakrar perlur afturat hjá Birni á Heygum, sigur hann um útróðrarmenn:
At tað er ongin vinningur at hava útróðrmenn í landinum, sum fáa meiri í studningi enn teir skapa av virðum í landinum...
At vit hava ikki brúk fyri fólki í Føroyum, sum bara eru útreiðsla, og negativ saldo á roknskapinum. So er nógv betri, at vit lata menninar fara aðrastaðni at vinna sær úrtøku...
At menn, sum ikki kunnu liva av útróðri, uttan studning, mugu finna sær annað arbeiði...
At skipanin við minstaforvinningi er báði óhaldbar og ómoralsk....
At skipanin leggur upp til misbrúk...
Hesi vórðu orðini frá einum av oddamonnum sambandsins um føroyska útróðrarmannin.
Og tað hava útróðrarmenn tikið sær nær.
Eg veit ikki, hvat maðurin hugsar fyri sær, ella hvussu djúpt hann hugsar.
Bjarni Vestergaard spyr, um Bjørn á Heygum sostatt eisini meinar, at vit skulu senda øll, sum ikki klára seg sjálvi, men sum eru ein ?byrða³ fyri samfelagið - tey gomlu, tey sjúku og veiku, av landinum.
Hvat er hatta fyri hugburður, ein av høvdingum sambandsfloksins avdúkar, spyr Bjarni Vestergaard.
Hvat billar hann sær inn. Er hetta hugburður sambandsfloksins, mugu vit sum skjótast sleppa okkum av við báði Bjørn á Heygum, og allan sambandsflokkin.
Onki afturímóti teimum miljónum
Bjarni Vestergaard ásannar, at útróðrarflotin er í trupulleikum í løtuni.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið.
Tær neyðars miljónirnar, útróðrarflotin nú fær, eru sum ein dropi í havinum afturímóti øllum teimum miljónum, útróðrarflotin í síni tíð, upp ígjøgnum sjeyti- og áttatiárini, betalti í Ráfiskagrunnin, fyri at halda lív í einum skipafiskiflota, sum ikki bar seg.
Tá var veruliga brúk fyri sambandsflokkinum. Hetta var so takkarlønin frá sambandsflokkinum
Og nú sær tað út til, at útróðrarflotin enn einaferð skal betala fyri at halda lív í skipasflotanum.
Tí samstundis, sum ætlanin er at geva fiskimonnum skattalætta, er ætlanin at skerja inntøkutrygdina hjá útróðrarmnonnum 32 miljónir.
Teir skaptu trupulleikan
Bjarni Vestergard minnir á, at trupulleikin hjá útróðrarflotanum er ikki vinnuligur.
Tað eru Bjørn á Heygum og hansara, politisku líkar, sum hava skapt trupulleikarnar.
Tí tað eru politikarar, sum hava gjørt umstøðurnar hjá útróðrinum so ómøguligar, at tað ber ikki til at rógva út longri.
Tað er ikki nokk, at vit hava náttúruna at berjast ímóti. Vit hava eisini Bjørn á Heygum og hansara líkar at stríðast ímóti.
T.d. vóru tað ikki vit, men politikarar, sum góvu útlendskum oljufeløgum loyvi at skjóta seismikk vestan fyri Suðuroynna tað mesta av árinum í fjør, við teirri avleiðing, at fiskurin varð stygdur burtur, so vit drupu ikki livandi.
So hóast várið royndist stak væl, vórðu vit so illa forfylgdir av seismikkskipunum heilt út í september, at alt summarið fór púrasta fyri skeytið.
Allir menn við skili vita, at summarið er álitið hjá okkum, tí um veturin er ikki óvanligt, at tað eru bara einstakir dagar, vit sleppa út.
Hyggja vit eftir útgjaldingum til inntøkutrygd til útróðrarmenn, er tað ikki av misbrúki, at nógv er útgoldið.
Tað er tí, at vit ikki eru slopnir at rógva út - fyri veðri og tí seismikkskip sprongdu okkum burtur av bestu fiskileið, og av øðrum, náttúrugivnum orsøkum, sigur Bjarni Vestergard.
Ger lógina dýra
Bjarni Vestergaard sigur, at tað hevði borið væl til at gjørt lógina so, at hon varð nógv effekttivari.
Bátarnir kunnu bara at rógva í mesta lagi 80 dagar. Tí er tað ógvuliga avgerðandi, hvat teir fáa hesar dagarnar.
Sostatt nyttar tað ikki, at trýsta menn til eitt ørari fiskarí fyri fyri at koma uppá 10.000 í avreiðingum uppá mannin um mánaðan, sum er treytin fyri at koma undir skipanina.
Tað tvingar menn at taka hvønn dag, sum er, uttan at hugsa um, hvat teir fáa.
Viðrar tað hinvegin, kunnu teir brúka sínar 80 dagar uppá eitt hálvt ár.
Bjarni Vetergaard sigur, at heldur enn at hugt eftir krónutalinum, skuldi verðið hugt eftir fiskidøgunum.
Tvs, at treytin skuldi verið, at bátarnir brúktu ein ávísan part av fiskidøgunum fyri at koma undir inntøkutrygdina.
Ger mun á prísinum
Bjarni Vesttergaard sigur, at eitt annað, sum talar fyri at brúka brúktar fiskidagar sum grundarlag, heldur enn avreiðingarvirðið, er, at tað er rættiliga stórur munur á prísunum.
Tað er týðiligur munur á, at teir, sum avreiða tætt við uppboðssølu, fáa munandi hægri prís, enn teir sum búgva longri frá.
Bjarni Vestergaard sigur t.d., at vágsbátarnir fáa munandi betri prís, enn bátar av Tvøroyri, í Sandoynni, í Vágoynni, og aðrastaðni.
Oftani eru fleiri krónur á muni, onkuntíð heilt upp í helvtarm, sigur fyrrverandi formaðurin í Meginfelag Útrórðarmanna.