Einar Føroyar uttan braindrain

Vit kenna trupuleikan, føroyska samfelagi manglar kvinnur, arbeiðsmegi og at útbúgvin fólk koma heimaftur at gagna føroyska samfelagnum. Spurningurin er so hvussu vit loysa henda trupuleikan og um tað eru politikarar, ið verðuliga vilja leggja orku í at venda hesi skeivu gongd

Tað skulu fleiri ymiskar broytingar til fyri at venda gongdini. Ein avgerðandi táttur er ein miðvísur javnstøðupolitikkur, ið umfatar alt samfelagi frá “toppi til botn”.

 

Miðvísan javnstøðupolitikk

Javnstøða millum kyn skal innan 2015 verða ein sjálvsagdur tættur í føroyska samfelagnum. Hetta krevur, at ovasti politiski myndugleikin slóðar fyri at fremja javnstøðu.

Tí hevur Javnaðarflokkurin samtykt, at vit vilja krevja at ásetingin um javnstøðu eisini skal vera galdandi tá ið komandi landstýri verður skipað. Hetta kann gerast við at flokkarnir, ið skipa samgongu, skulu skjóta ein persón av hvørjum kyni til hvønn landsstýrissess, og verður tað uppgáva løgmans at tryggja javnstøðu, tá ið landsstýri endaliga verður skipað.

 

Tað almenna

Vit vilja arbeiða fyri einum samlaðum javnstøðupolitikki har Javnstøðulógin frá 1994 skal endurskoðast. Øll lógaruppskot ið verða løgd fram skulu greina ávirkanina á javnstøðu. Ein amboðskassi skal gerast ið inniheldur javnstøðutiltøk og kommununar skulu eisini við í arbeiði.

Tað almenna skal í sínum vali av nevndum og ráðum ganga á odda í at halda kynjaásetingar

 

Privati arbeiðsmarknaðurin

Privatar fyritøkur og nevndir skulu eggjast at fremja javnstøðu

Arbeiðsmarknaðarlóg skal gerast, sum tekur fyrilit fyri og eggjar javnstøðu?Ein samtáttanarætlan gerast fyri arbeiðsmarknaðin í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum??Familjupolitikkur?Foreldramyndugleiki skal vera felags og hædd skal takast fyri, at tað er barnið, sum hevur rætt til bæði foreldrini

Skipanin um barnsburðarfarloyvi skal broytast, so at bæði foreldur við lóg eru tryggjað barnsburðarfarloyvi

 

Útbúgving og gransking

Kannast skal, hví so nógvar ungar kvinnur flyta av landinum ella hví so nógvar kvinnur ikki vilja flyta aftur til Føroyar eftir at hava verið uttanlands í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum. Hetta arbeiði skal gerast í samráð við javnstøðunevndina og KSF?Kynja hagtøl skulu gerast.Granskingarráðið skal fíggjað eina phd verkætlan um lønir í Føroyum. Undirvísingartilfar á øllum stigum skal taka hædd fyri javnstøðu?Fjølmiðlar skulu í sínum dagliga arbeiði leggja dent á at fremja javnstøðu??Javnstøða er meir enn at fáa somu løn fyri sama arbeiði ella at eins nógvir menn og kvinnur eru umboðað í løgtingi, landsstýri og aðrastaðni við. Javnstøða snýr seg m.a. um at fáa møguleikar t.d. til eina yrkisleið, at nema sær eina útbúgving, í politiska lívinum, í almenna rúminum, í frítíðini og í privata lívinum. ??Javnaðarflokkurin vil tryggja, at javnstøða verður framd í verki.