Einar T. Hansen: tvær finalur hjá B68

Verjuspælarin hjá B68, Einar T. Hansen er enn við gott mót, hóast B68 liggur trý stig aftanfyri TB, og hevur væl verri málúrtøku enn TB.

 

Tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá B68, sum nógv annars høvdu stórar forvæntningar til áðrenn kappingin fór í gongd. B68 spælir ímóti EB/Streymi á Toftum í morgin, og ímóti TB á útivølli í 27. og seinasta umfarinum í landskappingini.

 

- Vit mugu trúgva uppá tað, annars hava vit einki at spæla fyri. Vit hava tvær finalur eftir, sum vit mugu vinna, staðfesti Einar T. Hansen á Rás2 seinnapartin.

 

Hoyr undir greinini tað, sum Einar T. Hansen segði við seinnapartssendingina hjá Rás2.