Eindarlistin er ikki stuðulsflokkur hjá donsku stjórnini longur, men er nú í andstøðu. Tað sigur politiska framsøgukvinnan hjá flokkinum, Johanne Schmidt-Nielsen, eftir at stjórnin valdi at gera semju við Vinstra og Tey Konservativu um eina skattanýskipan í gjárkvøldið.
-Vit meta okkum ikki longur sum parlamentariskt grundarlag undir stjórnini, og í framtíðini fara vit at taka støðu til tey einstøku málini, so hvørt sum tey koma fram, sigur Johanne Schmidt-Nielsen (myndin).
Stjórnin og Eindarlistin høvdu samráðst um skattanýskipanina, men í síðstu løtu valdi stjórnin at gera semju við Vinstra og Tey Konservativu ístaðin fyri. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn eru á einum máli um, at talan var um eina sera dramatiska og óvanliga kúvending, og donsku bløðini skriva í dag, at stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt er komin í vanda aftan á tað, sum hendi í gjár.